Ráðið fyri ferðslutrygd
Ráðið fyri ferðslutrygd er ráð undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. Ráðið fyri ferðslutrygd hevur hesar føstu limir: Akstovan, Kommunufelagið, Føroya Koyrilærarafelag, Føroya Landfúta, Føroya Læknafelag, Føroya Lærarafelag, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Landsverk, Kringvarp Føroya, Trygd, Betri Trygging, avvarðandi aðalráð fyri undirvísingarmál og samferðslumál.
Umframt nevndu limir kunnu eisini kommunur, aðrir almennir stovnar og áhugafeløg (ikki vinnurekandi), sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, gerast limir. Eisini einstaklingar, vinnurekandi feløg og fyritøkur, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, kunnu verða limir. Hesir limir verða nevndir ”Ferðslutrygdarvinir”.
Stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd er Lovisa Petersen Glerfoss. Stjórin tekur sær av dagliga virksemi ráðsins.
Ráðið fyri ferðslutrygd hevur starvsnevnd, sum hittist hvønn mánað, tó ikki í juli og august.
Í nevndini sita: Jónhild Rasmussen, nevndarforkvinna, (Betri Trygging), Dan Sofus Hofgaard (Landsverk), Karl Leonsson (Føroya Politi), Marjun Jógvansdóttir (Tórshavnar kommuna), Viviann Johansen (Trygd), Bergur Samuelsen (Lærarafelagið), varalimur, og Dánjal Samuelsen (Strandfaraskip Landsins) varalimur.