Leys størv

Her kanst tú lesa um leys størv at søkja í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

  • Stjóri til Landsverk

    Vilt tú slóða fyri á einum stovni, sum við sínum kjarnauppgávum hevur avgerandi týdning fyri virksemið í føroyska samfelagnum og gerandisdagin hjá borgarum kring alt landið?

    Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Landsverk hevur harumframt ábyrgd av viðlíkahaldi av infrakervi og bygningum landsins.

    Landsverk skal hugsa og virka við framtíðini í huga og tí seta framsøkin mál. Stovnurin skal síggja dagsins tørv og framtíðartørvin hjá samfelagnum og miða eftir burðardygd, fakligheit og nýskapan.

    Stovnurin hevur seinni árini verið í eini spennandi tilgongd við nútímansgerð innan fíggjarstýring og verkætlanarleiðslu við talgildan, førleikamenning og tryggum mannagongdum sum týðandi táttum. Sum stjóri skalt tú føra hetta arbeiðið enn longur fram á leið. 

    Førleikakrøv

    Tú skalt vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving. Tú ert fakliga væl fyri og hevur holla tekniska vitan. Vit vænta, at tú hevur góðar leiðsluførleikar og leiðsluroyndir frá almennum stovni ella størri fyritøku.

    Stovnurin er skipaður í 5 deildir hvør við sínum deildarleiðara, sum varðar av ymiskum ábyrgdarøkjum og starvsfólkum við alskyns útbúgvingum. Starvsfólkini, uml. 140 í tali, eru um alt landið, og tí er umráðandi, at stjórin hevur hegni at leiða gjøgnum leiðarar. Stjórin skal røkka starvsfólki sínum nær og fjar, vera týðiligur og tryggja, at leiðarar og starvsfólk mennast og trívast.

    Tú megnar at arbeiða undir trýsti, og tú dugir væl at raðfesta, seta strategiska kós og at sýna fíggjarligt skynsemi. Við so breiðum arbeiðsøki er umráðandi, at stjórin er savnandi og klárar at skapa áhuga og virðing fyri stovninum sum heild.

    Tú hevur gott politiskt tev og góð evni at samskifta í almenna rúminum og samstarva við føroyskar og útlendskar myndugleikar, vinnugeirar og yrkisbólkar. Eisini skalt tú veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving.

    Setanartreytir

    Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Talan er tó ikki um tænastumannastarv. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Starvið er áramálssett í 5 ár við møguleika at leingja setanina í 3 ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan.

    Umsóknir

    Umsókn við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skal stílast til Elina Mortensen, aðalstjóra í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, og sendast sum teldupostur til starv@fisk.fo

    Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. juni 2024.

    Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Elina Mortensen, aðalstjóra á telefon 556142.

    Nærri kunning um skipan og virksemi á Landsverki er at finna á heimasíðuni www.lv.fo.

    Um Landsverk

    Landsverk hevur ábyrgd av nøkrum av landsins størstu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum.

    Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi, tilbúgving og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.