Kunning um dátuvernd
Tá tú sendir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum ein teldupost, verður mál stovnað, og telduposturin skrásettur í skjalhaldsskipanini.
Eru persónsupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónsupplýsingar.
Upplýsingar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í málsviðgerðini.
Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og í § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).
Sum dátuábyrgdari leggur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið dent á, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónsupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.
Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum umframt, hvør ið hevur roynt at fingið atgongd til málini.
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið savnar upplýsingar um teg, og tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið viðger um teg. Í ávísum førum hevur tú eisini rætt til at krevja, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.
Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: fisk@fisk.fo