Stjórnardeildin

Stjórnardeildin er felagsheitið fyri skrivstovuna hjá landsstýrismanninum, aðalstjóranum og skrivara teirra.

Landsstýrismaðurin hevur evstu politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina av Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum umsitur: bjarging, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, landshavnir, landsvegir, inntøkutrygd fiskimanna, tyrlupallar, ráðgevur viðvíkjandi flogvøllum og veðurtænastu. Eisini umsitur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni.

Aðalstjórin er umsitingarligi leiðarin í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Hann er ovasti ráðgevin hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, rakstrinum og menningini í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Stjórnarskrivarin er skrivari hjá landsstýrismanni og aðalstjóra.

Stjórnardeildin umsitur eisini fíggjarlógararbeiði og fíggjarstýring, bókhald, roknskaparreglugerð, rakstur, KT, starvsfólkamál, journal, reingerð og viðlíkahald.

Umframt omanfyri nevndu mál umsitur Stjórnardeildin eisini samskipandi tilbúgvingarmál.

Fiskivinnustovan

Fiskivinnustovan hevur ábyrgd av fiskivinnusamráðingum við onnur lond og millumlanda fiskiveiðifelagsskapum (tó undantikið strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk), umframt annað fiskivinnupolitiskt samstarv í norðurlondum, útnorðri og globalt.

Fiskivinnustovan hevur ábyrgd av menning og dagføring av fiskivinnulóggávu og kunngerðum, sum skipar fiskiskapin, ið vinnan virkar eftir, umframt fiskivinnugransking, ið Fiskimálaráðið luttekur í. Hetta verður gjørt við grundarlagi í skipanunum Fiskivinnuroyndir og royndarloyvi.

Altjóðadeildin

Altjóðadeildin hevur ábyrgd av strandarlandasamráðingunum innan uppsjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaft, umframt fiskivinnusamráðingum við Bretland og ES.

Altjóðadeildin kann umboða Fiskimálaráðið innan altjóða økið í málum, ið kunna setast í samband við handils- og marknaðarpolitisk viðurskifti.

Føroyska Samráðingartoymið er skipað í Altjóðadeildini.