Fiskiorkukunngerðin
Heiti
Kunngerð um fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi ella fiskiloyvi verða flutt, tá fiskidagar verða avhendir, og tá broytingar verða gjørdar við fiskifør 15 tons og størri í fiskidagaskipanini í føroyskum sjógvi (Fiskiorkukunngerðin)Frágreiðing
Uppskotið ásetir treytir um fiskiorku og mannagongd í sambandi við:
- at flyta og leggja saman veiðiloyvi hjá fiskiførum í bólkunum 2, 3, 4 ella 4 T í fiskidagaskipanini,
- at avhenda egnar fiskidagar í fiskidagaskipanini,
- at flyta fiskiloyvi hjá útróðrarbátum í bólki 5 í fiskidagaskipanini, ella
- at broytingar verða gjørdar við fiskifar, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorku
Uppskotið broytir galdandi reglur, so at tær betri leggja upp fyri fiskiorku, tá fiskidagar hjá trolara í bólki 2 verða fluttir á annan og størri trolara. Annars snýr uppskotið seg um tekniskar dagføringar av galdandi reglum á økinum.
Hoyringarfreistin er hósdagin 16. november 2023.
Ummælisfreistin er farin
16.11.2023Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðiðØki
FiskivinnaSlag
KunngerðDagfesting
26.10.2023Tak niður

