Broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Brúksskylda)
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Brúksskylda)Frágreiðing
Ein broyting er at strika ásetingina um, at tá egnir fiskidagar ella egin kvota ikki er brúkt við meira enn 30%, fellur munurin millum 30% og tað, sum er brúkt, aftur til landið.
Harumframt verður gildiskoman á sonevndu 60%-regluni útsett. Frá og við fiskiárinum 2025 er treyt fyri at avhenda kvotur ella fiskidagar, at brúkt eru í minsta lagi 60% av kvotuni ella fiskidøgunum fiskiárið frammanundan. Tí fær brúkið í 2024 týdning fyri møguleikarnar at avhenda kvotur ella fiskidagar í 2025.
Ummælisfreistin er farin
15.06.2023Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðiðØki
FiskivinnaSlag
LøgtingslógDagfesting
17.05.2023Tak niður
Sjófeingislógin (1)