Broyting í kunngerð um landing í Føroyum

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum (Undantak fyri makrel veiddur í norskum sjógvi)
Frágreiðing

Við uppskotinum verður makrelur, sum er veiddur í norskum sjógvi í 2024, undantikin  kravinum um landing og avreiðing um føroyskan bryggjukant.

Uppskotið er ein avleiðing av, at í avtaluni við Noreg um atgongd at fiska makrel í norskum sjógvi, er treyt, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. Hendan treytin ger, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, kann verða seldur aðrastaðni enn í Føroyum.

Fyri at avtalan við Noreg skal kunna setast í verk, er neyðugt at broyta kunngerðina, so at makrelur er undantikin landingarkravinum í Føroyum.

Ummælisfreistin er farin
16.07.2024
Ráð
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Øki
Fiskivinna
Slag
Kunngerð
Dagfesting
10.07.2024
Tak niður
Landing