Vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2018
Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2018 eru 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
Fiskimálaráðið fekk 14 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans varð søkt um 19.850 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 6 umsóknir játtaðar tilsamans 3.700 tons av norðhavssild. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni.
Játtaðar umsóknir
- Ein verkætlan við fleiri skipum saman við smærri virki hevur fingið tillutað 800 tons av norðhavssild. Verkætlanin er framhald av royndunum í fjør, sum hava til endamáls fáa økt um framleiðsluna av ymiskum saltaðaðum vørum til útflutnings og at gera fleiri smærri royndir (marinering). Framleiðslan er málrættað og í samstarvi við virkir í einum norðurlendskum keyparalandi, men aðrir marknaðir vera eisini royndir. Víðarigóðsking og marknaðarføring.
- Ein onnur verkætlan við 2 skipum og framleiðslu á tveimum virkjum á landi hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild. Endamálið er framhald av royndunum í fjør at víðarigóðska ymiskar sildavørur (flaps, flak, heilfryst) við serligum denti á IQF fløk til evropeiska marknað (Holland). Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
- Eitt skip fær tillutað 500 tons av norðhavssild at gera samanberandi royndir av 2 ymiskum trolposum. Fyrimyndin er úr Eystrasalti (sviar) og góðskumetingin av veiðini verður gjørd á landi eftir teimum mannagongdum, sum samstarvandi virkið á landi hevur ment seinastu 4 árini. Talan er um veiðuroyndir, sum hava til endamál at betra góðskuna av veiðuni.
- Eitt verksmiðjuskip hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild, sum verða nýtt til áhaldandi og víðkaða víðariframleiðsla av serstakari vøru til keyparalond í Eysturevropa (Russlandi og Ukarinu). Víðarigóðsking og marknaðarføring.
- Eitt nótaskip saman við størri virki á landi hevur fingið játtað 900 tons av norðhavssild, sum skal fiskast við nót í føroyskum øki og framleiðast til ymiskar servørur til japanska marknaðin. Endamálið at betra góðskuna (kræsin keypari) og øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini.
- Eitt verkætlan hevur fingið tillutað 500 tons av norðhavssild, sum verða nýtt til framleiðslu av saltsild í tunnum á landi og til marknaðarroyndir í keyparalondum í Eystureuropa (Russlandi serliga). Víðarigóðsking og marknaðarføring.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum umframt virðisøking av veiðuni. Í viðgerðini í ár er eisini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menningarkvotur.
Eins og fyrr í ár í samband við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggjar at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.
Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, seinast lagi 31. desember 2018.