Fiskimálaráðið hevur útlutað 5.000 tons av makreli til 8 verkætlanir í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli í 2012. 6 aðrar umsóknir, sum eisini vóru við í raðfestingini, rukku ov stutt til at fáa kvotu. Kvoturnar eru útlutaðar sambært § 4 í kunngerð nr. 75 frá 8. juni 2012 um skipan av fiskiskapinum eftir makreli undir Føroyum í 2012.
Tá umsóknarfreistin var farin, hevði Fiskimálaráðið fingið 14 umsóknir um lut í kvotuni, sum er sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli. 7 umsóknir komu ov seint inn, og vórðu tískil ikki viðgjørdar.
Í sambandi við viðgerðina av umsóknunum, og raðfestingina, er dentur lagdur á menningarvirðið og nýskapanarvirðið í royndunum. Havstovan hevur verið við í raðfestingini av umsóknunum.
Játtaðar umsóknir
3 verkætlanir at menna ymiskar pumpuskipanir og ymiskar framleiðslur í hesum sambandi hava hvør fingið tillutað upp til 1.000 tons.
Eitt trolvirkið hevur fingið tillutað upp til 300 tons til royndir við ristum at skilja makrel og sild í trolinum.
Eitt uppsjóvarvirki saman við 3 móttøkuvirkjum og 4 feskfiskatrolarum hevur fingið eina kvotu upp til 1.000 tons fyri at samskipa góðsku, fiskiskap og veiðu.
Tveir trolbátar hava fingið játtað upp til 250 tons at menna útgerð og veiðihættir og skulu samstarva við framleiðsluvirki um flakaskering og frysting.
Tveir trolbátar hava fingið játtað upp til 250 tons at royna eitt serligt trol hjá føroyskum trolverkstaði.
Tveir trolbátar hava fingið tillutað upp til 200 tons í sambandi við partroling og ymiska framleiðslu umborð (magadraga, avhøvda og flakaskera, sum bæði skal frystast umborð og verða landað feskt).
Frágreiðing skal sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, seinast í desember 2012.