Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli 2020 eru 2.815 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir við umsóknarfreist mikudagin 3. juni 2020.
Fiskimálaráðið fekk 22 umsóknir um part av hesi kvotu – tilsamans var søkt um 13.500 tons. Eftir innanhýsis viðgerð, og í samráð við Havstovuna, eru 10 umsóknir játtaðar, tilsamans 2.815 tons av makreli.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirði og møguligt nýskapanarvirði í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.
Stutt um verkætlanirnar:
- Eitt nýggjari virki, saman við nótaskipi, fær í samstarvi við størri virki á landi 300 tons. Veiðan verður fiskað á 2-3 túrum og verður landað til størri virki í Fuglafirði. Virkið á landi sker, roykir og pakkar (ymiskar vørur) til russiska og evropeiska marknaðin.
- Eitt størri virki á landi, saman við nótaskipi, fær 300 tons til royndir at fiska makrel við nót til kræsna marknaðin í Japan og Eysturasiu.
- Ein verkætlan við 2 skipum og framleiðslu á tveimum virkjum á landi (Kollafjørður/ Klaksvík) hevur fingið tillutað 500 tons av makreli. Endamálið er framhald av royndunum í 2014 og 2017-19 at víðarigóðska ymiskar makrelvørur (neyvsortera, heilfrysta WF & HG makrel, kryvja og flakaskera, IQF frysta og glasera og pakka í ymiskar "neyvar støddir"). Øll virðisketan íroknað sølu er við i verkætlanini. Smærri makrelurin verður arbeiddur á øðrum virkinum og størri á virkinum í Klaksvík (400+). Arbeitt verður við at fáa framleiðsluna yvir í nýggjan bygning.
- Ein minni verkætlan fær 50 tons. Ætlanin er at nýta makreldorg/snellu ella "norskan" reiðskap til at fiska makrel við báti í bólki 5 (Feðgar III, VN514), bráðkøla makrelin og goyma hann í ísvatni í kørum umborð. Avreitt verður til virki á landi.
- Eitt nótaskip, sum samstarvar við virki á landi, fær 200 tons at menna eitt nýtt trol (størri og lættari), sum kann brúkast til bæði veiðu eftir sild og makreli (og harvið spara eitt trol). (Verkætlanin fær eisini 300 tons av norðhavssild til sama endamál).
- Eitt virki (Klaksvík), saman við øðrum, fær tillutað 265 tons at gera royndir saman við skipi/landingarstaði at gera aðra nýtslu av fráskildum (minni støddum) av makreli og brotnum makreli enn vanligt er (til ídnað). Ætlanin er at menna eina vøru, har rávøruprísurin liggur millum tann til matna og tann til ídnað. (Verkætlanin fekk 100 tons í fjør, men vegna serligar umstøður kom hon ikki í gongd).
- Eitt nótaskip fær 300 tons at gera royndir við einum stórum troli, sum ikki er roynt til makrelfiskiskap áður. Talan er um 2400 mtr trol móti vanliga 1856 mtr, men er ikki tyngri at tóva. Mett verður, at hetta trolið fær fiskað uppi í sjónum (ovarlaga), uttan at skapið verður ávirkað. Makrelurin gongur vanliga ovarlaga.
- Eitt felag, saman við nótaskipi, fær 350 tons at gera samanberandi royndir við einum T90 posa og vanligum posa. Talan er um framhaldandi royndir við at víðarimenna T90 posa saman við øðrum. Talan er um framhaldandi menning av T90 posanum, sum higartil hevur roynst væl, men ætlanin er at gera fleiri betringar av posanum. (Verkætlanin fær eisini 300 tons av norðhavssild til sama endamál).
- Ein verkætlan fær 50 tons, har ein bátur (fiskar brisling) hevur sum endamál at kortleggja, hvussu nógvur makrelur er inni við land og á føroysku firðunum. Kannar og mennir møguleikarnar at fiska makrel við nót á hesum leiðum (í smærri nøgdum). Makrelurin verður pumpaður upp í tangabil til virki í Leirvík (Tavan).
- Eitt framleiðsluvirki (Leirvík), saman við fleiri nótaskipum, fær 500 tons til at menna makrelframleiðsluna. Hetta er framhald av byrjandi royndum í 2018-19, tá smærri royndir vóru sendar til keyparar í Evropa og Hollandi. Endamálið er at meirvirka fiskin (meir enn heilfryst), og framleiða IQF glaseraði fløk (til keyparar, sum roykja fløkini til víðarisølu). Skipini skulu levera 50-250 tons hvørja ferð, so virkið fær tikið undan og virkað vøruna so hvørt. (Virkið fær eisini 800 tons av norðhavssild til víðarivirkingar).
Eins og fyrr í ár og í fjør, í sambandi við tilsagnir um Vinnuligar Fiskiveiðiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsagnirnar, sum tryggjar, at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.
Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. desember 2020.
Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, falla aftur til Fiskimálaráðið pr. 31. des. 2020. (Ófiskað kvota ella kvotapartur kann IKKI leingjast inn í komandi ár).
Stutt kunning um allar játtanir til vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti aftur til 2012 kann lesast her.