Í kunngerðini um at skipa fiskiskap eftir svartkjafti í 2021 eru avsett 7.800 tons av svartkjafti til vinnuligar fiskiroyndir við umsóknarfreist 20. januar 2021.
Fiskimálaráðið fekk 10 umsóknir um part av hesi kvotuni – tilsamans varð søkt um 26.700 tons. Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru 5 umsóknir játtaðar tilsamans 7.800 tons av svartkjafti.
Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni.
Niðanfyri sæst stutt kunning um tær 5 játtaðu umsóknirnar.
1. Eitt virki í Klaksvík saman við einum báti fær tillutað 2.000 tons av svartkjafti til einfaldar royndir at frysta fyrstafloks skildan rundan svartkjaft umborð, roynt verður at betra um góðskuna mest møguligt. Marknaðarroyndir verða framhaldandi gjørdar í Nigeria og Eysturevropa, og samstarv við virki í Kina, sum skal virðisøkja nakrar vørur, sum skulu seljast í Evropa (m.a. paneraði samansett fløk v.m.).
2. Eitt virki saman við einum nótaskipi fær somuleiðis tillutað 1.000 tons av svartkjafti í sambandi við royndir at effektivisera skjóta køling og betri cirkulatión í umbygdum RSW tanga. Neyv góðskumeting skal gerast av svartkjaftinum frá umbygda RSW-tanganum og av restini av veiðuni hjá skipinum í samstarv við móttøkuvirki í Suðuroy.
Veiðan verður øll landað til matna og verður væntandi skorin til ymiskar vørur og brúkt til ymiskar svartkjaftaframleiðslur.
3. Eitt virki í Suðuroy í samstarvi við fleiri skip fær tillutað 2.000 tons av svartkjafti til at gera royndir og kortleggja farsframleiðslu frá einum enda til annan (surimi). Ætlanin er at selja ymiskar farsvariantar í blokkum til víðariframleiðslu hjá øðrum, ætlanin er eisini at royna at fáa meira burturúr avlopinum frá farsframleiðsluni.
Skipini skulu landa í fleiri umførum til virkið. Dentur verður lagdur á, at góðskan kemur í hásæti, soleiðis at rávøra, sum skal nýtast til matna, verður so fesk sum gjørligt (alt fer til matna).
4. Eitt virki í Ánunum saman við pelagiskum verksmiðjuskipi fær tillutað 2.000 tons av svartkjafti, har kvotan í mest møguligan mun (50-70%) skal framleiðast umborð til frystan avhøvdaðan og magadrignan svartkjaft (H/G) ella skráskornan svartkjaft. Marknaðarroyndir verða gjørdar í Eysturevropa og Kina. Vøran, sum verður framleidd umborð, kann eisini fara til virkir í Føroyum, sum turka svartkjaft til matna og til útflutnings.
5. Eitt lítið virki saman við nótabáti fáa tillutað 800 tons av svartkjafti. Endamálið við verkætlanini er at gera royndir at skilja livrina úr fiskinum, soleiðis at bæði livur og fiskur kunnu víðarivirkast. Framleiðslan fer fram í samstarvi við størri virki í landi, sum vanliga virkar allan svartkjaft til matna.
Eins og í fjør í sambandi við tilsøgnir um Vinnuligar Fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, verður roynt at seta nakrar serligar treytir í játtanartilsøgnirnar, sum tryggja, at tað verður gjørt, sum ætlanin er við royndunum.
Aftur í ár er dentur lagdur á at fáa lýst massabalansurnar í verkætlanini so væl sum gjørligt.
Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. desember 2021.
Kvotur og kvotapartar, sum ikki eru nýttir í ár, fella aftur til Fiskimálaráðið 31. desember 2021, sostatt kunnu kvotur og kvotapartar ikki leingjast inn í komandi ár.
Kunning um latnar kvotur í sambandi við Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti øll árini frá 2020 aftur til 2012 síggjast við at trýsta her.