Í kunngerð nr. 165 frá 20. december 2022 um veiðu eftir sild í 2023 er ásett, at 1.300 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild í 2023.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.
Umsóknarfreistin er kl. 16.00 fríggjadagin 2. juni 2023.
Umsóknarblað fæst her.
Kunngerð nr. 165 frá 20. december 2022 um veiðu eftir norðhavssild í 2023 sæst við at trýsta her.
Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirði.
Umsóknir skula lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.
Upplýsast skal um, hvat fiskifar/fiskifør skulu fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Um talan er um at fiska til matna og ídnað á sama túri/túrum er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu latin til matna kann fara til ídnað.