12.02.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Vil tálma veiðu av smáum svartkjafti

Vil tálma veiðu av smáum svartkjafti

Á fyrsta sinni verða nú tiltøk sett í verk til tess at verja ungfiskin í svartkjaftafiskiskapi í føroyskum sjógvi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lýsir nú nýggjar reglur, sum skulu forða fyri, at ov nógv verður veitt av smáum svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Hetta verður gjørt eftir, at tað í fjør vár og nú aftur í vetur vísir seg, at skipini, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fáa meira enn vanligt av smáum svartkjafti.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í andsøgn við góða stovnsrøkt at fiska smáan svartkjaft, ið ikki er komin í gýtingaraldur. Hann vísir á, at Føroyar, sum eitt av stóru svartkjaftalondunum, hava skyldu at gera sítt til, at stovnurin er væl fyri, og at sum mest kann seta til stovnin.

Fyri at tálma veiðu av smáum svartkjafti, hevur hann tí gjørt av at seta reglur, ið kunnu verja ungfiskin. Nýggju reglurnar áseta hámark fyri, hvussu nógvur ungfiskur er loyvdur í fiskiskapinum eftir svartkjafti, og at skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur minni enn 23 cm. Vørn kann síðani seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har íblandingin er ov stór.

Reglurnar verða settar í verk fyri øll skip, ið fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.