15.06.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Viðvíkjandi endurgjaldi fyri heilsuprógv til starvsfólk á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, sum fall burtur 5/6-2009.
Síðani 1999 hevur Fiskimálaráðið goldið fyri heilsukanningar av starvsfólkum á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum. Skipanin hevur verið, at læknar hava sent Fiskimálaráðnum rokning fyri hvørja kanning sær. Síðani hevur Fiskimálaráðið goldið fyri kanningarnar av játtanini til menning av fiskivinnuni á landi.
Í sambandi við løgtingslóg um eykafíggjarlóg frá apríl 2009[1] hevur løgtingið samtykt at strika nærum alla játtanina til menning av fiskivinnuni á landi. Í hesum sambandi er endurgjald fyri heilsuprógv fallið burtur frá 5. juni 2009 at rokna. Sostatt er játtanin, sum hevur fíggjað heilsukanningarnar, ikki á fíggjarlógini longur.
Skipanin við, at heilsukanningarnar verða goldnar av játtan á fíggjarlógini er ikki staðfest í serstakari lóggávu enn fíggjarlógini. Talan er sostatt ikki um lógarbundna skipan um gjald.
Ásannandi hesi viðurskifti, verður ikki gjørligt hjá Fiskimálaráðnum frá 5/6-2009 at rinda fyri heilsukanningar av starvsfólkum á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, tó verður endurgjald veitt fyri váttanir til og við 4. juni 2009.