Tað skal vera gjørligt hjá økjum í landinum, sum ikki hava atgongd til vinnumøguleikar í verandi skipan, at bjóða seg fram at gagnnýta tilfeingið, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Økiskvotur eru eitt av nýggjastu málunum í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum samgongan legði fram mánadagin.
Høgni Hoydal upplýsti á tíðindafundinum, at sambært uppskotinum, so kunnu partar av kvotum bjóðast út við atliti til økir í landinum. Talan verður um eina gjøgnumskygda skipan, har tær treytir, ið galda fyri hesa útbjóðing, verða væl og virðiliga lýstar. Tað verður ikki landsstýrismaðurin, ið velur út, hvør ið sleppur framat, men talan verður um eitt alment útboð.
Sí video niðanfyri.
Undir heitinum “Ein nýggj og varandi skipan” legði landsstýrið seinnapartin mánadagin sína fiskivinnunýskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi. Millum aðalmálini við nýggju fiskivinnunýskipanini eru:
- At eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið
- At kapping verður um at økja um virðið á tilfeinginum
- Møguleikar hjá øllum fólki í landinum
- At sosial og samfelagslig atlit verða tikin
Lógaruppskotið um nýggja fiskivinnuskipan er sent avvarðandi pørtum til ummælis. Ummælisfreistin er 27.mars 2017.
Lógaruppskotið kann lesast her