27.05.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Útróðrarbátar sleppa á Føroya Banka í summar

Útróðrarbátar í bólki 5 kunnu aftur í ár royna eftir toski á Føroya Banka.

Kunngerð er nú lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5 (bátar undir 15 tons) møguleika at royna á Bankanum í samanlagt 70 fiskidagar, tað ið er eftir av hesum fiskiárinum.

Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Í lógini hevur landsstýrismaðurin tó heimild at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu. Og síðani 2010 hevur á hvørjum sumri verið loyvt smærru útróðrarbátunum at royna á Bankanum í avmarkað dagatal.

Bátar, ið ætla sær á Bankan í ár, skulu søkja VØRN um fiskiloyvi. Bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.

Kunngerðin um veiðu á Føroya Banka í 2013 er tøk á www.kunngerdaportalur.fo.