22.06.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Útróðrarbátar sleppa á Føroya Banka

Smærru útróðrarbátarnir í bólki 5 hava aftur í ár møguleika at royna á Føroya Banka.
Eftir kunngerðini, sum nú er lýst, kunnu bátarnir royna í samanlagt 70 fiskidagar fram til 31. august 2012.
Treyt fyri at fáa fiskiloyvi á Føroya Banka er, at báturin hevur fiskiloyvi í bólki 5.
Í 2010 og 2011 var eisini avmarkaður fiskiskapur loyvdur á Bankanum. Sí veiðitøl.
Fyri at betra um trygdina hjá bátunum, og fyri at hava neyvari eftirlit við fiskiskapinum, er eisini í ár ein treyt, at bátarnir, ið fara á Bankan, skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum regluliga kann senda Fiskiveiðieftirlitinum knattstøður hjá bátinum.
Bátar, sum ætla sær á Føroya Banka í summar, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi.