21.02.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Úrslitaleysar samráðingar við Noreg um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011

7. februar 2011 var fundur í Oslo millum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011. Fundurin var fingin í lag eftir, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, í brævi dagfest 6. januar 2011 til Jacob Vestergaard landsstýrismann, hevði boðið Føroyum til fiskiveiðisamráðingar um eina sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011.
Fundurin endaði úrslitaleysur, og talan var í veruleikanum ongantíð um veruligar samráðingar.
Fundurin var framhald av sínámillum samráðingum, sum vóru á dagsskrá í desember mánaði 2010. Samráðingarnar tá endaðu úrslitaleysar, tí Noreg tengdi sínámillum samráðingarnar við Føroyar saman við samráðingunum um makrel, og var ikki sinnað at undirskriva sínámillum avtalu við Føroyar, fyrr enn ein avtala var um makrel eisini. Føroyska sjónarmiðið hesum viðvíkjandi var, at Føroyar kundu ikki góðtaka, at sínámillum avtalan og makrelavtalan vórðu tvinnaðar saman, og at einki grundarlag sostatt var fyri at halda áfram við  samráðingunum.
Føroyska støðan hesum viðvíkjandi var óbroytt, men tá norski fiskimálaráðharrin av sínum eintingum í brævi til føroyska fiskimálaráðharran í januar bjóðaði Føroyum til nýggjar samráðingar um sínámillum avtalu fyri 2011, var føroyska fatanin, at Noreg var sinnað at viðgera sínámillum fiskiveiðiavtaluna sum eitt mál fyri seg. Føroyar tóku tískil av innbjóðingini og vístu í skrivi til norska fiskimálaráðharran á, at Føroyar sóu fram ímóti veruligum samráðingum um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011.
Tað elvdi tískil eisini til undran, tá Noreg á fundinum 7. februar 2011 legði út við at gera greitt, at Noreg framvegis kortini ikki er sinnað at undirskriva sínámillum avtalu við Føroyar, fyrr enn avtala er um makrelin. Tá Noreg framvegis hevði hetta sjónarmið, var einki grundarlag undir samráðingum.   
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sent sínum norska starvsfelaga skriv, har hann m.a. sigur, at hann undrar seg yvir og harmast um norska framferðarháttin í hesum máli.