14.09.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppskotið um fiskivinnunýskipan lagt fram á Løgtingi

Uppskotið um fiskivinnunýskipan lagt fram á Løgtingi

Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er í dag løgd aftur fyri tingið.

Nakrar tillagingar eru gjørdar í uppskotinum mun til politisku viðgerðina og hoyringarnar, ið fóru fram í vár og í summar.

Talan er í høvuðsheitum um hesi viðurskifti:

  1. Fiskidagaskipan fyri heimaflotan í 2018:
  • Ásett er, at allur heimaflotin virkar undir fiskidagaskipan í 2018, og fiskidagar verða ásettir fyri alt 2018 til ymsu bólkarnar.
  1. Ásetingar um útlendskan ognarlut:
  • Skiftistíðin er sett til 6 ár.
  • Í mun til Hoyvíkssáttmálan er sett eitt mark til 7 ár, soleiðis at møguligt verður at samráðast um broytingar í sáttmálanum.
  1. Skipanin við útbjóðing av veiðirættindum:
  • Tonsatøl eru sett inn fyri mørkini, nær og hvussu bjóðað verða út rættindi.
  1. Antitrust:
  • Markið fyri miðsavnan av samlaðu fiskirættindunum er framvegis 17,5%.
  • Mørkini fyri einstøku fiskiskapirnar er sett úr 20 upp í 35%. Í fiskidagaskipanini eru somu mørk sum áður.
  1. Menningarkvotur:
  • Heimildin til menningarkvotur er sett úr 5 til 7% av føroyskum fiskirættindum.
  • Krøvini til hesa skipan eru útgreinað nærri.

Hartil eru ymsar nágreiningar gjørdar – eitt nú í mun til krøv um um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá manningum, útbjóðing av veiddum fiski og kvotuskipan fyri heimaflotan frá 2019.

Uppskotið í síni heild

Fiskivinnunýskipanin og uppskotið hevur fingið drúgva viðgerð, og nógvir lutir hava sett dagsskránna, ið skjótt kunnu gerast fløktir og tøkniligir.

Tí verður her tikið samanum innihaldið í nýskipanini:

Høvuðstættirnir

Ein meginregla er, at fiskirættindi eru ogn Føroya fólks og kunnu hvørki í lóg ella verki gerast privat ogn. Fiskirættindi kunnu ikki seljast privat, men kunnu bert skifta hendur, um tey verða boðin út umvegis ein almennan marknað.

Uppskotið byggir á trý høvuðsmál og høvuðspartar:

  1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða.
  1. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat.
  1. Treytir fyri virksemi, virðisøking og inntøkum í Føroyum.

Harumframt eru nýggjar og herdar ásetingar um eftirlit, revsing, altjóða skyldur o.a.

Størstu broytingarnar í teimum trimum høvuðsmálunum, eru hesar:

Stovnsrøkt og burðardygg veiða:

  • Uppskotið ásetir, at lívfrøðilig tilmæli skulu fylgjast, og at gerast skulu umsitingarætlanir (langtíðarætlanir) fyri varandi at umsita og gagnnýta ymsu fiskastovnarnar.
  • Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi fyri línu- og trolfiskiskap frá 2019. Tó verður skotið upp at hava fiskidagaskipan fyri útróðrarflotan – t.e. øll í bólki 4 og 5.

 Atgongd at fiska og at bjóða seg framat:

  • Partur av atgongdini til tilfeingið verður boðin út sum brúksrættindi á almennum marknaði. Av uppsjóvarfiski og ávísum botnfiskiskapi á fjarleiðum verða 25% boðin út av kvotunum. Nýggjar og øktar kvotur verða bodnar út.
  • Fyri botnfisk undir Føroyum, verða kvotur bodnar út, tá ið samlaða veiðan til føroysk skip fer upp um ávikavist 15.000, 7.500 og 40.000 tons. Prosentbýti verður gjørt millum trolarar og línuskip – og millum útróðrarflotan í fiskidagaskipan.
  • Atgongdin verður boðin út sum styttri og longri rættindi.
  • Brúksskylda verður ásett. Verða rættindi ikki brúkt, fella tey aftur til landið.
  • Fyri tey, sum eru í vinnu í dag, verður atgongd til part av tilfeinginum, har tey, ið hava brúksrættindi, rinda tilfeingisgjald. Loyvi hava gildistíð í 8 ár, og á hvørjum ári skal Løgtingið taka støðu til gildistíðina.
  • Reglur um miðsavnan av atgongd til fiskirættindi verða ásettar: Fyri tey samlaðu føroysku fiskirættindini verður markið sett til 17,5%, og fyri tríggjar høvuðsfiskiskapir verður markið sett til 35%: Uppsjóvarfisk, botnfisk undir Føroyum og fiskiskap á fjarleiðum. Reglurnar eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri útboðin 1 –ára rættindi.
  • Royndar- og menningarkvotur kunnu bjóðast fram eftir greiðum treytum. Mark er sett til 7% av fiskirættindunum til menningarkvotur.

Treytir fyri virðisøking, virksemi og inntøkum í Føroyum:

  • Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Ein 6 og 7 ára skipan verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur.
  • Øll manning skal lønast sambært sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum, og treytir verða settar um at hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
  • Øll skip, ið fiska av føroyskum veiðirættindum, skulu verða skrásett í føroysku skipaskrásetingini og lúka treytirnar um føroyskan ognarskap.
  • Herdar treytir verða settar til góðkenningar, skatting o.a.
  • Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%.
  • Eftir eina skiftistíð skal alt til lands av fiskinum (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir. Vinnan fær høvi at laga seg til broytingarnar.
  • Krøv verða sett um, at veiddur fiskur skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu: Í minsta lagi 25% av veiðuni – tó ikki fyri kvotur, ið eru útvegaðar á uppboðssølu.
  • Munandi sterkari eftirlit og revsireglur verða ásett.

Árlig eftirmeting

Skipanin skal sambært uppskotinum viðgerast og eftirmetast á hvørjum ári, har landsstýrismaðurin leggur frágreiðing fyri tingið um tættirnar í fiskivinnuni.

Umframt ásetingarnar í hesum uppskoti til fyrisiting av sjófeingi, leggur landsstýrið seinni fram uppskot til broytingar í øðrum lógum, ið fylgja tilmælunum frá nevndini, ið gjørdi uppskot um nýggja og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar um at tryggja skatting og vinningsbýti í Føroyum, forða fyri “transfer-pricing” o.a.

Eisini leggur landsstýrið fram serstaka lóg um tilfeingisgjald í næstum.

14. september 2017

Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í fiskivinnumálum