18.08.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssølan av makrelkvotum hilnaðist væl

“Tølini tala fyri seg. Eg haldi ikki nakað ivamál kann vera um, at hendan royndin við uppboðssølu av makrelkvotum eydnaðist sera væl”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú uppboðssølan av rættindum at veiða 20.000 tons av makreli í 2011 er av.
Sølan hilnaðist serstakliga væl. Tey 20.000 tonsini vórðu seld til ein meðalprís á 3,60 kr. pr. kg., og gav sølan eina samlaða úrtøku á 72 mió. kr. til landið.
Uppboðssølan var skipað yvir trý søluumfør, sum vórðu hildin 26. juli, 9. august og 16. august 2011.
Rættiliga stórur munur var á søluprísinum tey einstøku umførini. Í fyrstu søluni vórðu 7.000 tons seld fyri ein meðalprís á 1,70 kr. pr. kg. Í øðrum umfari varð sama nøgd seld til ein munandi hægri meðalprís á 4,68 kr. pr. kg. Hesin prísur helt sær til síðsta umfar, tá 6.000 tons vórðu seld fyri ein meðalprís á 4,56 kr. pr. kg. 
“Endaliga úrtøkan á 72 mió. kr. er munandi hægri enn gitt var um frammanundan, og tað kann man bara gleðast um. Hetta er prógvað at vera ein haldgóð skipan at brúka til tess at útvega landskassanum inntøkur av tilfeinginum”, sigur Johan Dahl.