Fiskimálaráðið lýsir í næstum kunngerðina, ið ásetur, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað í 2017.
Størsta broytingin í 2017, samanborið við 2016, er, at fleiri kunnu bjóða seg fram at keypa. Eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, kunnu keypa í 2017. Somuleiðis kunnu feløg eisini keypa, ið skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi veiðir keyptu kvotuna. Allar ásetingar í fiskivinnulóggávuni annars eru eisini galdandi fyri hesar nýggju keypararnar, so sum treytir um eigaraviðurskifti.
Leisturin fyri sjálvari søluni verður áleið tann sami sum í 2016. Sølan verður skipað um tveir søluhættir: Opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla.
Fiskamarknaður Føroya stendur fyri tí opnu uppboðssøluni, og Vørn stendur fyri tí afturlatnu.
Umleið helvtin av søluni, roknað í tonsum, verður boðin út á hvørjum stað. Tær smæstu nøgdirnar verða bodnar út í einari seriu (umfari), meðan tær størstu kunnu verða bodnar út í upp til trimum serium (umførum) á hvørjum stað.
Samlaða nøgdin, ið verður boðin út, er hendan:
Fiskaslag | Tons | Viðmerking |
Botnfiskur* | 614 | (Norski parturin í Barentshavinum) |
Botnfiskur* | 2.213 | (Russiski parturin í Barentshavinum) |
Makrelur | 10.894 | |
Svartkjaftur | 54.594 | |
Norðhavssild | 53.000 |
*Botnfiskurin er í høvuðsheitum toskur, men eitt ávíst lutfall er av hýsu og øðrum fiskasløgum.
Fyrsta sølan verður ætlandi í seinnu helvt av august mánaði.
Væntandi verða nøgdirnar av hesum fiskasløgum seldar í tveimum ella møguliga trimum umførum á hvørjum sølustað.
Tá kunngerðin er lýst, boða Fiskamarknaður Føroya og Vørn frá sølunum og treytunum.