Undantakið fyri at landa makrel uttanlands verður ikki longt
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur gjørt av ikki at leingja undantakið, sum loyvir føroyskum skipum at landa allan makrel uttanlands.
Stutt fyri ólavsøku var ein broyting gjørd í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum soleiðis, at til og við 31. august 2023 varð undantak givið frá lógarkravinum um, at øll veiða av makreli, undantikin 15%, skal landast í Føroyum.
Orsøkin var, at frystivirkini fyrr í summar fyribils góvust við at taka ímóti makreli, og tí kundu skipini bert landa til fiskamjølsvirki. Hetta elvdi til, at skipini komu at liggja og bíða eftir at sleppa framat at landa. Sostatt vóru møguleikarnir at fiska makrel darvaðir av vantandi móttøkuorku á landi.
Upplýst er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, at nú eru frystivirkini aftur farin at taka ímóti makreli. Grundað á hesa støðu er ikki grundarlag fyri framhaldandi at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum.
Endamálið við at krevja, at øll veiða, undantikin 15%, skal landast og avreiðast um føroyskan bryggjukant er at tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum, og á tann hátt skapar virksemi og arbeiðspláss á landi í Føroyum, og at geva virkjum á landi í Føroyum betri atgongd til rávøru.