Undantak fyri landing av svartkjafti um føroyskan bryggjukant
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sent eitt uppskot til hoyringar, um at broyta verandi áseting í kunngerð um treytir fyri landing við meira í Føroyum, har ásett er, at allur svartkjaftur skal landast um føroyskan bryggjukant.
Í uppskotinum til broyting verður ásett, at kravið um landing um føroyskan bryggjukant verður tikið av frá tí degi broytingin kemur í gildi og fram til 14. juni 2018.
Fiskiskapurin eftir svartkjafti er nú í føroyskum sjógvi, so væntast kann, at túrarnir hjá skipunum verða styttri, samanborið við túrar á longri farleið. Við góðum fiskiskapi, fer hetta at leggja størri trýst á móttøkuna á landi.
Undantakið byggir millum annað á tað broytingaruppskot til § 49, stk. 2 í lógini um sjófeingi, sum Løgtingið júst hevur samtykt. Broytingaruppskotið ásetir millum annað, at landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum um landing um føroyskan bryggjukant fyri ávís fiskasløg, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið. Í viðmerkingunum verður nevnt, at sum dømi fyri undantaki verður víst á svartkjaft, har tørvur er á at gera undantak vegna vantandi móttøkukapasitet í háárstíð.
Mett verður tí, at við hesi støðuni eru grundgevingar fyri, at kravið um, at allar svartkjaftur skal verða landaður í Føroyum, kann verða endurskoðað og broytt.
Í tíðini, tá ið undantakið fyri landing er galdandi, er eisini galdandi undantak fyri krav um uppboðssølu av veiddum fiski.
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður
Fiskimálaráðið