23.08.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Umsókn um fiskiloyvi til bátar undir 15 tons – bólkur 5
Í sambandi við at nýtt fiskiár byrjar 1. september, er nýtt umsóknarblað lagt á heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum, har bátar undir 15 tons (bólkur 5) kunnu søkja um fiskiloyvi.
Allir bátar, ið avreiða, skulu hava fiskiloyvi. Fyri at fáa fiskiloyvi, skal ein av hesum treytum vera lokin:
• Báturin skal hava verið skrásettur í Føroyum fyri 1. januar 1995, og skal ikki vera ræðisavmarkaður ella hava aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap.
• Báturin skal í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hava fingið útskrivað fiskiloyvi, og skal ikki vera ræðisavmarkaður ella hava aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap.
• Báturin hevur fingið játtað loyvi at flyta fiskiloyvi av øðrum báti samsvarandi ásetingunum í § 8 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Í umsóknini skal vera upplýst, hvussu nógv báturin, ið søkt verður fyri, hevur avreitt fyri í 2010. Í uppgerðini skal avreiðingarvirðið av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og gággu ikki teljast við.
Bátar, sum hava avreitt fyri 400.000 kr. ella meir, fáa fiskiloyvi 5A, meðan aðrir bátar fáa fiskiloyvi 5B.
Umsóknarblað og leiðbeining liggja á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum www.fisk.fo undir heitinum Snarvegir / Oyðubløð. Kann heintast niður her.