14.06.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Umskiping av makreli á opnum havi loyvd undir strongum eftirliti

Avgerð er tikin um, at móttøkuskip skulu fáa loyvi til at umskipa veiðina á opnum havi og undir strongum eftirliti av Fiskiveiðieftirlitinum. Umskiping úti á fiskifeltinum kann tryggja betri rávøru og harvið betri prís. Harumframt er umskipingin við til at tryggja effektivari fiskiskap fyri skip uttan kølitangar til uppsjóvarfisk, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Við støði í uppriti frá umsitingini í Fiskimálaráðnum, og við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tikið avgerð um at loyva umskiping av veiði á opnum havi í sambandi við makrelfiskiskapin í føroyskum sjóøki.
Avgerðin hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, er serliga grundað á tvey viðurskifti.
Í fyrsta lagi er endamálið at tryggja, at sum mest av makreli fer til matna, og at úrtøkan tí gerst so góð sum gjørligt. Tá er neyðugt, at makrelurin verður køldur og víðariframleiddur sum skjótast. Vandin er, at fiskurin, ið er sera feitur hesa ársins tíð, fyriferst, um ikki tey skip, ið vanliga ikki veiða makrel og ikki hava køliútgerð sleppa av við veiðina til víðari framleiðslu skjótast.
Í øðrum lagi er endamálið at avmarka spilltíð hjá skipunum mest møguligt. Tað tekur drúgva tíð hjá móttøkuskipum at skula leggja veiði upp ella umskipa hana í føroyskari havn, og henda tíð fer frá føroysku skipunum, ið skulu veiða sum mest av makrelkvotuni, meðan makrelurin framvegis er í føroyskum sjógvi.
- Tað ber eina stóra tekniska avbjóðing í sær, at so nógv ymisk skip skulu royna eftir makreli. Rækjuskip, ísfiskatrolarar, flakatrolarar og onnur skip, sum ikki eru útgjørd við kølitangum til uppsjóvarfisk, eru bundin at móttøkuskipum við slíkari køliútgerð. Uttan móttøkuskip við møguleika at umskipa veiðina úti á fiskifeltinum, er stórur vandi fyri, at veiðan missir virði, tí hon ikki er egnað til mannaføði, tá hon kemur til lands, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Hann leggur dent á, at við loyvinum til at umskipa á opnum havi fylgir eitt krav um eftirlit.
- Fiskiveiðieftirlitið skal hava fólk umborð á móttøkuskipum, ið hava eftirlit við, at alt fer fram á rættan og lógligan hátt. Mítt tilmæli er eitt strangt eftirlit alt samdøgrið.
- Okkara yvirskipaða skylda er at fáa sum mest av krónum burtur úr makrelinum, og tí skal sum mest fara til matna. Annað kunnu vit ikki loyva okkum í einari tíð, har Føroyar mangla fiskiveiðisáttmálar við Noreg og Europasamveldið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.