24.10.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Umsitingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar

Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag fingið handað eitt uppskot frá einum arbeiðsbólki til eina umsitingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar í føroyskum sjógvi.
 
Málið við umsitingarætlanini er, at øll veiða eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi í seinasta lagi í 2015 skal verða fiskað samsvarandi lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggum krøvum. Hetta verður gjørt við stigvíst at minka veiðitrýstið. Í uppskotinum er ein veiðiregla, sum sigur, at tiltøk skulu setast í verk um so er, at stovnarnir nærkast einum niðara vandamarki, sum ICES hevur ásett.
 
Samstundis sum umsitingarætlanin skal tryggja lívfrøðiliga burðardygga veiðu, er eisini lagt upp til, at fiskidagar og aðrar reguleringar ikki skulu broytast ov nógv frá einum ári til tað næsta og á tann hátt tryggja vinnuni stabilar karmar.
 
Uppskotið frá arbeiðsbólkinum er ikki eitt endaligt uppskot, men tilfarið er ætlað sum grundarlag undir víðari orðaskifti og viðgerð.
Arbeiðsbólkurin vísir í hesum sambandi á, at fyri at ætlanin skal virka eftir ætlan, er tað sera umráðandi, at vinnan er við í víðari viðgerðini, og at ætlanin er grundfest í politisku skipanini – tvørtur um samgongur og valskeið.
Í arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin setti í august í ár, hava verið: Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini, Hans Jákup Joensen, reiðari, Jákup Reinert, deildarleiðari á Havstovuni, Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni og Jens Helgi Toftum, fulltrúi í Fiskimálaráðnum.
 
Umsitingarætlanin kann lesast her.