21.02.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Umhvørvisverndarstuðulin fyri 2014 er latin

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 5 verkætlanum stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.
 
Lýst hevur verið við játtanini í fjølmiðlunum og á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum í januar mánaði. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 18 umsóknir.
 
Verkætlanirnar, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesar:
 
Heðin Joensen hevur fingið kr. 30.000 til verkætlanina “Bjálvandi betongformar”.  
Talan er um betongformar, ið eru úr tilfari vanligt kallað flamingo. Endamálið við verkætlanini  er at lýsa, fylgja byggigongdini og máta orkunýtsluna av einum nýggjum byggihátti í Føroyum. Orkunýtslan skal mátast og samanberast við siðbundna føroyska húsabygging.
 
Jógvan Fróði Hansen hevur fingið kr. 80.000 til verkætlanina “Útbreiðsla og møgulig árin av innslødda krabbadýrinum Caprella mutica í Føroyum”.
Krabbadýrið hoyrir natúrliga til í Japanska havinum. Í 2008 var krabbadýrið funnið fyrstu ferð í tveimum ymiskum alibrúkum í Føroyum. Ikki er greitt, hvussu slagið er innsløtt til Føroyar.  Við kanningunum ber væntandi til at staðfesta, um krabbadýrið hevur spjatt seg til onnur búøki, og um tað er ein hóttan móti øðrum djórasløgum.
 
Abraham Mikladal hevur fingið kr. 90.000 til verkætlanina “Ringmerking og gransking av ravni í Føroyum”.
Endamálið er at granska, hvussu ravnur, Corvus corax varius, búleikast í Føroyum, og á tann hátt fáa til vega meira vitan um ravnin. Endamálið er at geva innlit í, hvussu ravnur búleikast, og hvørja ávirkan hann hevur á umhvørvi og náttúru, og hvørja ávirkan umhvørvi og náttúra hevur á ravnin. Tá verkætlanin er liðug, verða granskingar úrslit og vitan samlað og útgivið á prenti og talgilt.
 
Klaksvíkar kommuna hevur fingið kr. 100.000 til verkætlanina “Burturbeina skøruna”.
Endamálið er at fáa tamarhald á skøruni í Klaksvík, Ánunum, Strond og Norðoyri, sum er ein innslødd planta, ið hevur spreitt seg við fúkandi ferð. Plantan er sera ring at sleppa av aftur við, tá fyrst hon er komin.
 
Kommunufelagið hevur fingið kr. 100.000 til verkætlanina “Umhvørvisátakið 2014”.
Endamálið við umhvørvisátakinum er at vekja áhugan og menna hugburðin millum føroyingar fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum, og eggja fólki at fara væl um. Átakið er skipað sum kapping millum kommunur. Kappast verður um: Best røktu bygd, best røktu bygda- ella varðagøtu, best røkta neysta- og ella bátapláss. Somuleiðis eru kappingargreinar um ársins grøna stovn og besta átak.
 
Harumframt eru latnar:
 
Kr. 490.000 til framhaldandi virksemi hjá Agenda 21 skrivstovuni.
Endamálið er at styrkja Agenda 21-arbeiðið úti í kommununum og stuðla, at tiltøk verða framd, sum verja og menna vitanina um umhvørvið og náttúruna í samsvari við Agenda 21 yvirlýsingina frá 1992.
 
Kr. 210.000 til framhald av RAMSAR-verkætlanini.
Endamálið er at skipa RAMSAR-verju av 3 búøkjum í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi hjá ávikavist drunnhvíta, skúgvi, ritu, lomviga og lunda. Ein verja, ið gagnar fuglinum, fólkinum og Føroyum. RAMSAR-verjan verður løgd til rættis í tøttum samstarvi við fakfólk, Fuglafrøðifelagið og fólkið, sum eisini búleikast á nevndu oyggjum.