Fundurin millum landsstýrismannin í fiskivinnumálum og starvsfólkini á Tilbúgvingarstovninum fyrrapartin fríggjadagin 31. august 2007 hevði til endamáls at tryggja støðufesti á tilbúgvingarøkinum.
Gott samskifti er millum landsstýrismannin og starvsfólkini, og Elmar Højgaard er fyribils settur sum tilbúgvingarstjóri.
Stig er nú tikið til tess at tryggja støðufesti á Tilbúgvingarstovni Føroya.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var fyrrapartin fríggjadagin 31. august 2007 á fundi við starvsfólkini á Tilbúgvingarstovninum.
"Fundurin var góður. Hóast vit ikki komu til eina ávísa niðurstøðu, var týðandi at fáa ein góðan dialog við starvsfólkini. Eg skilji væl, at starvsfólk eru eitt sindur frustrerað eftir málið við Olshanu, og eg havi eisini forstáilsi fyri teirra støðu", sigur Bjørn Kalsø.
Eitt úrslit av fundinum er, at landsstýrismaðurin er sinnaður at tryggja neyðuga fakliga støðið á stovninum. Starvsfólk skulu dagførast fakliga, hava tey tørv á tí. Eisini er týðandi, at støðufesti – stabilitetur – frameftir valdar á tilbúgvingarøkinum. Tí er ein fyribils stjóri, Elmar Højgaard, settur á Tilbúgvingarstovninum, til nýggjur stjóri kemur í starv.
Elmar Højgaard er 57 ára gamal og útbúgvin skipsførari og hevur seinri tikið ymisk skeið, ið vera sett í samband við somu útbúgving. Hann hevur í 31 ár starvast innan vaktar- og bjargingartænastu og fiskiveiðieftirlit.
"Vit hava tryggjað stovninum eina køna leiðslu. Vónandi kann hetta vera við til at tryggja støðufesti á stovninum, og leiðarin vil stuðla starvsfólkunum so væl, sum til ber", sigur landsstýrismaðurin, ið vil halda fram við góða samskiftinum við starvsfólkini og fyribilsstjóran.
Landsstýrismaðurin sær fram ímóti at fáa úrslitið av kanningini av nógv umtalaða Olshanu-tilburðinum. "Tað hevur týdning at fáa allar týðandi upplýsingar fram. Tær skulu brúkast til at bøta um tilbúgvingarøkið og vera við til at fyribyrgja líknandi tilburðir frameftir", sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.