15.04.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Trygdarmiðstøðin skipar fyri altjóða seminari um strongd

Trygdarmiðstøðin hevur í nøkur ár verið limur í altjóða felagsskapinum IASST (www.iasst.com). IASST er eitt felag, sum hevur sum endamál at samla veitarar av trygdarskúlum við serligum atliti til venjing av fólki í sjóvinnuni, frálandavinnuni og tí loftbornu vinnuni. Limirnir í IASST møtast av og á til ymiskt fundarvirksemi, og síðst í apríl er tað føroyska umboðið, sum er vertur. Temadagurin, sum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 28. apríl 2008, verður um strongd, og vendir hann sær til alt heilsuøkið.
 
Hví seta fokus á strongd?
Vælvitandi, at sjómanslívið er ógvuliga merkt av macho-mentanini, so er tað ein royndur lutur, at strongd trívist væl í hesum umhvørvi, og er hetta millum annað ein av orsøkunum til, at alt ov nógvir sjómenn – ov tíðliga bukka undir arbeiðsbyrðuni.
 
Ein av høvuðstalarunum er Steven Callahan frá USA. Steven sakk við seglbáti sínum í 1982 og rak fyri vá og vind í 76 dagar. Umframt at hava skrivað fleiri bøkur, og í tíðarritum, so er Steven Callahan eisini rithøvundur til bókina “76 days adrift”. Hendan bókin hevur fingið sera góð altjóða ummælir.
 
Teir sum hava innlegg á seminardegnum eru:
Pál Weihe, yvirlækni, sum fer at tosa um “strongdartekin hjá sjómonnum”
Óli Hans Hammer Olsen, fyrrverandi stjóri á Skipaeftirlitinum, er at tosa um tær lógir, sum eru galdandi á sjónum
Steven Callahan, um strongd í bjargingarbáti
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, um royndir við viðgerðum av forlistum og
Halvard Aasjord frá SINTEFF, frá Norra, fer at tosa um “fiskiskipið sum framtíðar arbeiðspláss”. 
 
Tilmelding fer fram hjá Greengate: kamilla@greengate.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin at tekna seg.