Fyri jól fekk Trygdarmiðstøðin í Klaksvík ISO-góðkenning, sum tryggjar brúkarunum, at tær tænastur, ið veittar verða á stovninum, eru á einum høgum støði.
Harumframt hevur Trygdarmiðstøðin fingið nýggja heimasíðu, sum fer at gera tað lættari hjá kundanum at kunna seg um virksemið hjá Trygdarmiðstøðini. Sí meira á www.tms.fo.