Uppboðssøla av 600.000 kg av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag, og hetta gjørdist úrslitið:
Enniberg fekk 300.000 kg
Gadus fekk 300.000 kg
Prísurin, ið øll skulu gjalda, er 3,25 kr/kg. Inn komu kr. 1.950.000,-.
Myndin omanfyri vísir tey 5 boðini, ið komu inn.
Marknaðarprísurin gjørdist 3.25 kr/kg. eftir boðinum hjá Sjagakletti. Men Sjagaklettur tók ikki av 50.000 kg, og hesi vóru síðani bjóðaði til hægstu boðini. Gadus valdi at taka av 50.000 kg afturat uppruna boðinum.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr/kg.