Samstundis sum toskastovnurin á Flemish Kap (NAFO øki 3M) er í skjótari menning, eru framvegis ábendingar um, at rækjustovnurin á somu leiðum er illa fyri. NAFO vísindanevndin mælti tí aftur í ár til at minka veiðuna niður móti ongum. Fyri 2010 vórðu fiskidagarnar á Flemish Kap skornir niður í helvt. Men í ár tók ein stórur meiriluti av limalondum undir við at samtykkja eitt veiðubann í 2011 fyri rækjufiskiskapin á Flemish Kap. Føroyar mælti ímóti einum fullkomnum veiðubanni og vísti á, at tann veruligi fiskiskapurin er á einum søguliga lágum støði, umframt at eitt veiðubann forðar fyri, at vísindanevndin fær virðismiklar upplýsingar frá fiskiskapinum at nýta í sínum stovnsmetingum. Eisini varð víst á, at munandi meira av toski verður fiskað komandi ár. Hetta kann vera við til at minka um trýstið á rækjustovnin.
Ósemjan um býtið av rækjum á Grand Bank (NAFO øki 3L) er framvegis óloyst. Tískil hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla verandi býtið og seta egna kvotu, við støði í heildarkvotuni, ið nú er lækkað úr 30.000 tonsum niður í 19.200 tons fyri 2011. Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar á ávikavist 221 og 69 tonsum í 2011.
Sum liður í tiltøkum at verja viðbrekin havøki móti skaðiligum árinum av botnfiskiskapi, hevur NAFO samtykt eitt kort, ið staðfestir tær leiðir, har mesti botnfiskiskapur hevur verið gjøgnum árini. Við støði í hesum eru serligar ásetingar fyri skipan av botnfiskiskap uttanfyri hesar leiðir, á sokallaðum nýggjum fiskileiðum. Samtykt varð í hesum sambandi at leingja friðingarnar av seks havtindum (seamounts) í 4 ár afturat. Talan er um øki, har eingin fiskiskapur hevur verið frammanundan. Undir viðgerðini løgdu Føroyar dent á týdningin av, at ásetingar fyri vernd av viðbreknum havøkjum tekur støði í veruligum tørvi og eru smidlig hjá eftirliti og fiskivinnu at seta í verk.
NAFO hevur nú tikið stig til at fáa gjørt eina avriksmeting av felagsskapinum, eins og ST hevur mælt til. Aðrir millumlanda felagsskapir fyri samstarv um fiskiveiði, eitt nú NEAFC, hava longu fingið gjørt slíkar metingar. Ein serfrøðinganevnd verður sett at meta um arbeiðið innan NAFO undanfarnu árini, við serligum atliti at tíðarskeiðinum frá 1995 til í dag. Frágreiðingin hjá nevndini verður væntandi liðug áðrenn næsta ársfundin hjá NAFO í september 2011.
-0-
Ársfundurin hjá NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization - Nevndin fyri fiskivinnusamstarv í útnyrðingspartinum av Norðuratlantshavinum) varð hildin í Halifax, Kanada frá 20. til 24. september 2010. Umboð fyri Føroyar vóru Elin Mortensen, Uttanríkisráðið, Ulla S. Wang, Fiskimálaráðið, Meinhard Gaardlykke, Fiskiveiðieftirlitið, umframt umboð fyri Reiðarafelagið. Kate Sanderson, Uttanríkisráðið er forkvinna í NAFO fiskivinnunevndini í 2010 og 2011.
Í NAFO virka føroysk og grønlendsk umboð saman í einari sendinevnd undir navninum Denmark (in respect of the Faroe Islands and Greenland). Meira er at lesa um NAFO á www.nafo.int.