Føroyar fáa 1.229 tons av toski á Flemish Kap í 2010. Samtykt varð á NAFO ársfundinum í Bergen fríggjadagin at lata uppaftur fyri fiskiskapi á hesum leiðum eftir 11 ár við veiðibanni.
Toskastovnurin á Flemish Kap (NAFO øki 3M) hevur verið friðaður síðan 1999, men nú hevur vísindanevndin hjá NAFO víst á, at menningin av stovninum gevur grundarlag fyri avmarkaðum beinleiðis fiskiskapi. Mest loyvda veiðan í 2010 verður 5.500 tons, og hesi verða býtt millum limalondini sambært søguliga býtinum, ið var galdandi áðrenn veiðibannið var sett í verk. Av teimum fiskiveiðitjóðum, ið royna eftir toski á hesum leiðum, eiga Føroyar størstan partin, ið svarar til góð 22%.
Stórar broytingar í vistskipanini eru at síggja á leiðunum, sum NAFO umsitur. Samstundis sum toskastovnurin á Flemish Kap er í menning, benda seinastu kanningarnar á, at rækjustovnurin á somu leiðum er nógv verri fyri enn undanfarnu árini. NAFO vísindanevndin hevur tí mælt til at minka veiðuna niður móti ongum. Samtykt varð at útseta eina avgerð um umsiting av rækjum á Flemish Kap í 2010 til ein eykafund í november, tá ein dagførd meting av stovninum fyriliggur.
Ósemjan um býtið av rækjum á Grand Bank (NAFO øki 3L) stendur við. Tískil hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla býtið og seta egna kvotu, við støði í heildarkvotuni á 30.000 tons, ið er tann sama sum fyri 2009.
Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar óbroyttar í 2010 á ávikavist 206 og 69 tonsum.
Avgjørt varð, at NAFO nevndin fyri samstarv um eftirlitsspurningar heldur sín árliga fund í Føroyum næsta vár.
Kate Sanderson var vald til forkvinnu í NAFO fiskivinnunevndini næstu tvey árini.
Meira fæst at vita við at venda sær til Kate Sanderson, deildarstjóra, í Uttanríkisráðnum ella Ullu S Wang, ráðgeva, í Fiskimálaráðnum.
Ársfundurin hjá NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization - Nevndin fyri fiskivinnusamstarv í útnyrðingspartinum av Norðuratlantshavinum) varð hildin í Bergen, Noregi frá 21. til 25. september. Umboð fyri Føroyar vóru Kate Sanderson og Elin Mortensen, Uttanríkisráðið, Ulla S. Wang, Fiskimálaráðið, Meinhard Gaardlykke og Martin Kruse, Fiskiveiðieftirlitið, Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip og Per Gulklett, Føroya Reiðarafelag. Í NAFO virka føroysk og grønlendsk umboð saman í einari sendinevnd undir navninum Denmark (in respect of the Faroe Islands and Greenland.) Meira er at lesa um NAFO á www.nafo.int.