17.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, svarar spurningum frá Rósu Samuelsen, tingkvinnu, um tilbúgving
Tingkvinnan, Rósa Samuelsen, spyr í Dimmalætting 29. mai 2008, nær ið roknast kann við, at nýggjur tilbúgvingarstjóri verður settur og í øðrum lagi, um landsstýrið fer at tryggja sær, at ein komandi tilbúgvingarstjóri tekur uppaftur tað arbeiðið, sum fráfarni tilbúgvingarstjóri setti í gongd við at samskipa alla tilbúgvingina. Svarið er:
· Tað er ikki møguligt at siga nágreiniliga, nær nýggjur tilbúgvingarstjóri verður settur. Lýst hevur verið eftir stjóra, men Fiski- og tilfeingismálaráðið hevur avgjørt ikki at seta stjóra, grundað á tær umsóknir, ið higartil eru komnar. Væntandi verður lýst av nýggjum í nærmastu framtíð.
Tá hetta er sagt, er týdningarmikið at vita, at stovnurin er væl mannaður sum er, við atliti at loysa dagligar uppgávur.
Virkandi stjóri á Tilbúgvingarstovninum er Elmar Højgaard, ið eisini er stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Elmar hevur gott 30 ára royndir innan økið.
Leiðari á Sjóbjargingarstøðini (MRCC) er Robert Olsen. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur 27 ára royndir sum yvirmaður við handils-, havrannsóknar- og vaktarskipum (supply). Robert hevur harnæst royndir innan frálandavinnu, sum starvandi á boripalli.
Varaleiðari á Sjóbjargingarstøðini (MRCC) er Jens Julian Reinert, ið er útbúgvin verkfrøðingur. Jens Julian hevur 35 ára starvsroyndir frá Føroya Tele, har hann millum annað starvaðist sum tekniskur leiðari í mong ár.
Leiðari á Brunaumsjónini er Petur Olsen. Hann er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir innan eftirlitsarbeiði, bæði á stovninum og í privatu vinnuni. Á Brunaumsjónini starvast eisini fólk, ið eru útbúgvin innan “innsatsleiðslu”, ið er leiðsla í samband við átøk har bruni ella dálking eru partur av vanlukkum og/ella átøk har sløkkilið luttaka.
· Um spurningurin skal skiljast soleiðis, at róð verður framundir, at onki hendir á økinum, nú eingin fastur stjóri mannar sessin, so er hetta ikki heilt rætt. Tað arbeiðið, sum sjøtul var settur á seinasta ár, har millum annað fyrrverandi tilbúgvingarstjórin luttók, gongur sína gongd.
Í september í fjør fór ein nevnd í holt við at gera uppskot til felags tilbúgvingarætlan at arbeiða eftir, tá oljudálking er á sjónum. Nevndin hevur havt fundir umleið eina ferð um vikuna, og fyrsta uppskotið til eina felags ætlan verður væntandi lagt fyri viðkomandi partar eina av komandi vikunum. Ætlanin hevur til endamáls at staðfesta, broyta og skipa nýggjar mannagongdir innan basingarátøk. Eisini skal ábyrgdarbýtið millum ráð, stovnar, deildir og feløg lýsast neyvt, fyri at tryggja eina felags fatan av tilbúgvingarætlanini.
Týðandi hugtøk í nevndu ætlan eru: umhvørvi, flutningur, fíggjarligir spurningar og løgfrøði. Nevndin er mannað við fólki úr Løgmálaráðnum, Tilbúgvingarstovninum, MRCC, Umhvørvisstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum.
Felags skipan av tilbúgvingini er eisini eitt krav á yvirskipaðum stigi, og í tí sambandi hava landsstýriskvinnan í løgmálum og undirritaði tann 16. mai 2008 skrivað undir eina ætlanaryvirlýsing um at víðka samstarvið millum aðalráðini á havumhvørvisøkinum til eisini at fevna um tilbúgving.
Endamálið við hesum samstarvi er, at ráðini og tilhoyrandi stovnar arbeiða saman, fyri í felag at fáa til vega eina tilbúgvingarætlan fyri havumhvørvisøkið. Í tilbúgvingarætlanini verður m.a. greinað, hvussu ítøkiligt uppgávubýtið skal vera millum ymiskar myndugleikar og stovnar, og hvussu annars skal farast fram, tá tað ræður um basing av olju og kemikaliudálking á sjónum og við strendurnar. Ítøkilig samstarvsavtala um hesi viðurskifti verður undirskirvað.
Umboð fyri Tilbúgvingarstovnin luttaka virkið í arbeiðinum at samskipa basingarátøk ímóti havumhvørvisdálking. Leiðarin á Sjóbjargingarstøðini og samskiparin innan tilbúgving eru í arbeiðsbólkinum, ið hevur til endamáls at greina nevnda arbeiði.
Samanumtikið skal eg upplýsa, at sjálvt um tilbúgvingarstjóri ikki verður settur í fast starv beinanvegin, so skipar yvirskipaði myndugleikin – tað merkir Fiski- og tilfeingismálaráðið soleiðis fyri – at samskipanin av tilbúgvingarætlanum ikki liggur still. Tað vera onnur fólk enn júst stjórin, ið bera arbeiðið víðari. Felagsvenjingin í tilbúgving, sum londini í útnorðri skipaðu fyri í Nólsoyarfirði og aðrar staðir í landinum fyri kortum, er eitt gott dømi um, at gongd er í málinum fram ímóti eini uppaftur betri tilbúgving bæði nationalt og millum tjóða.