08.07.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Tórbjørn Jacobsen á summarfundi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum

Dagarnar 25. - 27. juni 2008 luttók Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, á árliga summarfundinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á fundinum hitti hann aðrar norðurlendskar ráðharrar, sum umsita somu øki sum hann, nevniliga fiskivinnu og landbúnað.
Tiltakið var skipað í tveimum:
  • Framløgur, ið eru viðkomandi fyri økini, sum ráðharrarnir umsita
  • Fundur millum allar ráðharrar í Norðurlondum.
Framløgurnar hesaferð vóru serliga um evni innan sporføri og merking innan matvøruvinnu, eins og at klimaspurningurin var umrøddur.
 
Á sjálvum ráðharrafundinum vóru somu evni umrødd, men eisini spurningurin um kópaveiðu sum lógligt virksemi, har øll Norðurlond tóku felags ábyrgd, var sera nógv umrøddur.
 
Niðurstøðan av fundinum er fest á tríggjar yvirlýsingar: ein um klima, ein um fiskivinnu og ein um kópaveiðu.
Yvirlýsingarnar staðfesta eina semju millum allar ráðharrarnar, og hesar skula leggjast fyri viðkomandi, altjóða myndugleikar.
Yvirlýsingin um kóp verður væntandi sera viðkomandi innan umsitingina í ES í nærmastu framtíð. Stórir partar av hesi umsiting hava í umbúnað at banna øllum innflutningi av úrdráttum úr kópi. Norðurlendska yvirlýsingin staðfestir tó eina heilt aðra støðu í hesum máli.