17.06.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Tiltøkini hjá ES stríða móti altjóða lóg

Landsstýrið hevur í dag hin 17. juni svarað fráboðanini frá ES nevndini um ætlanina at seta tiltøk í verk móti Føroyum í trætuni um umsiting av norðhavssild.
Í svarinum ger landsstýrið greitt, at sambært fólkarættarligum reglum skulu tjóðir leggja seg eftir at loysa ósemjur sínámillum á ein friðarligan hátt. Ongar veruligar samráðingar hava verið um málið, og ætlanin hjá ES um at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum stríðir tí móti meginreglunum um at loysa ósemjur á friðarligan hátt.
Føroyar hava ikki, sum ES førir fram, tikið seg úr avtaluni um umsiting av norðhavssildini. Føroyar hava ei heldur nakra ætlan um at økja um samlaða veiðitrýstið á sildastovnin. Trætan er einans um býtið av tilmæltu samlaðu kvotuni – og ikki um samlaðu heildarkvotuna.
Frágreiðingar frá ICES staðfesta, at ferðamynstrið hjá norðhavssildini er broytt síðani aldarskiftið, og at størri partur av sildini er í føroyskum sjógvi. Frá føroyskari síðu er tí gjørt vart við, at áður galdandi býtið eigur at verða endurskoðað. Tíverri hava hini strandarlondini higartil ikki verið sinnað at samráðast um eitt nýtt býti, men hava ístaðin gjørt eina avtalu uttan um Føroyar fyri 2013.  
Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at partarnir semjast um eina burðardygga umsiting av sildastovninum og koma til eina semju um býti av heildarkvotuni. Landsstýrið mælir tí til, at allir partar leggja doyin á at koma til eina rímiliga loysn, tá samráðingarnar verða tiknar uppaftur til heystar. Landsstýrið heitir tí á ES um at koma til samráðingarborðið og føra veruligar samráðingar, heldur enn at fyrireika tiltøk, ið stríða ímóti altjóða lóg.
Sambært havrættarsáttmála Sameindu Tjóða kunnu lond í ávísum førum krevja, at ein ósemja verður løgd til eina serliga semingsnevnd. Landsstýrið hevur í svari sínum gjørt vart við, at um ES ikki sleppir ætlanunum um at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, fer landsstýrið at umhugsa at draga ES fyri eina tvungna semingsmannagongd.
Í hesum sambandi sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum: ”Vit eru vónbrotin av framferðini hjá ES. Verandi býtið er ikki rættvíst, og vísindalig prógv stuðla uppundir kravi okkara um at endurskoða býtið. Havast skal eisini í huga, at ES hevur higartil fingið lut í heildarkvotuni, hóast lítið og onki av sild er í ES sjógvi.
Men heldur enn at samráðast um eitt nýtt býti, ætlar ES nevndin at svara aftur við handilstiltøkum móti Føroyum. Hetta kann ikki metast sum annað enn búskaparlig valdsmisnýtsla ímóti einum lítlum landi, hvørs tilverugrundarlag er tilfeingið í havinum.
Tað er okkara skylda at standa við og verja rættindi hjá Føroya fólki. Vit fara ikki at boyggja okkum undan hóttanum ella valdsnýtslu. Føroyar vilja hava eina rímiliga loysn á ósemjuni, og um neyðugt eru vit sinnað at lata ein triðja part royna eina semingsloysn.