Við støði í §22 Stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur Fiskirannsóknarstovan hesi tilmæli um fiskiskapin undir Føroyum í fiskiárinum 2007/2008
• Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 40%. Hetta tí at væntandi fer royndin eftir hýsu at vaksa, av tí at so lítið er til av toski. Hetta eisini fyri at minka um hjáveiðuna av toski.
• Fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) verður óbroytt.
• Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan um dagaskipanina. Ístaðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn túr sær). Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroya – Íslandsrygginum (t.d. norðan fyri 62o39’N og vestan fyri 8000’V).
• Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka grynri enn 200 m.
• Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum, og upsa undir Føroyum halda fram.
• Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi. Hetta fyri at verja smáfiskin.
• Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.
• Meskavíddin í hjáveiðiposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250 mm. Hetta fyri at sleppa sum mest undan hjáveiðu av toski, men samstundis loyva veiðu eftir reyðsprøku og havtasku.
• Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, sleppa at avreiða. Hetta fyri at minka um veiðitrýstið á tosk/hýsu frá fólki, sum liva av eini aðrari inntøku enn fiskiskapi við Føroyar. Í hesum sambandi verður neyðugt at gera eitt nýtt mark fyri, hvør bátur er vinnuligur og ikki, tí verandi mark á 60.000 kr fyri fiskiárið er ov lágt sett.
Grundgevingar
Føroyska samfelagið tolir ikki, at ongin fiskskapur verður eftir upsa og hýsu, men tolir heldur ikki at stovnurin av toski verður varandi burtur. Tí er neyðugt við munagóðum stigum. Tað er eingin einfald loysn á trupulleikunum, og givið er, at skulu tiltøkini muna nakað, koma tey at merkjast víða í føroyskari fiskivinnu og samfelagnum annars. Landsstýrið eigur tí at umhugsa stig at linna avleiðingarnar, og at eggja til at royna nýggjar leiðir. Størsti einstaki trupulleikin í løtuni er, at húkaflotin er alt ov stórur, og stig eiga at verða tikin til at minka um hann.
Stovnsmetingarnar í 2007 vísa, at gýtingarstovnurin av toski á Landgrunninum er so lítil, sum hann ikki hevur verið mettur fyrr, síðan farið varð undir at gera stovnsmetingar fyrst í 1960-árunum, og hann hevur neyvan verið minni øll árini vit hava veiðitøl fyri (aftur til 1903). Hetta hevur við sær, at eingin vitan er um, hvussu gýtingin og tilgongdin til stovnarnar verður í komandi árum, og vandi er fyri, at sjálvt við góðum umstøðum í sjónum megnar gýtingarstovnurin ikki at framleiða líkinda tilgongd. Í slíkum førum verður vanliga mælt til, at fiskiskapurin heldur uppat, til vissa er fyri, at gýtingarstovnurin er vaksin aftur til eitt støði, har hann fyrr hevur framleitt góðar árgangir.
Stovnurin av toski á Føroyabanka er mettur á sama støði sum seinast í 1980-árunum og fyrra partinum av 1990-árunum, tá bankin varð stongdur fyri allari veiðu. Stovnsmetingarar vísa eisini, at gýtingarstovnarnir av upsa og hýsu er væl fyri, og at teir tola tann fiskiskap, sum hevur verið seinnu árini.
ICES mælir til fyri stovnarnar av toski, hýsu og upsa í 2008, at eingin beinleiðis fiskiskapur verður eftir toski hvørki á Landgrunninum ella Føroyabanka, og at royndin eftir hýsu og upsa undir Føroyum ikki veksur. Av tí at toskur verður fiskaður sum hjáveiða í fiskiskapi eftir hýsu og upsa, eiga serlig átøk at verða gjørd fyri at verja toskastovnin sum mest.
Í §2 í lógini um vinnuligan fiskiskap verður m.a. sagt: "Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga". Skipanarnevndin sigur í frágreiðing frá 8. feb. 1996, at "stovnsrøktarendamálið er rokkið, um gýtingarstovnurin er oman fyri ávísa minstustødd, og veiðutrýstið síðani er so, at umleið ein triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári".
Styrkin í eini dagaskipan er m.a., at um dagatal og aðrar reguleringar eru ásett rætt, so slepst undan á hvørjum ári at gera broytingar. Fiskirannsóknarstovan hevur tó, síðan dagaskipanin kom í gildi, víst á, at dagatalið (og flotin) alla tíðina hevur verið ov høgt. Umráðandi í eini dagaskipan er, at dagatalið er ásett so, at ikki ov ógvislig sveiggj henda í veiðutrýstinum ár undan ári. Hetta 10-ára skeiðið hevur víst okkum, at veiðutrýstið okkurt árið hevur verið nærum dupult so stórt sum ætlað. Nakað av hesum stavar frá serligum umstøðum í náttúruni, sum greitt er frá niðanfyri. Menningin í m.a. tøkni ger, at skipini so líðandi verða alt effektivari. Hesum má fylgjast væl við í og leggjast upp fyri so ella so.
Veiðutrýstið verður eisini ávirkað av umstøðunum í havumhvørvinum (sí Tilfar). Serliga eru tað veiðuevnini hjá línu, ið verða ávirkað. Í árum við góðum gróðri er nógv føði hjá fiskinum, hann veksur skjótt, og hann tekur ikki so lætt línuna. Er gróðurin hinvegin lítil, er minni til av føði, fiskurin veksur ikki so væl, og hann tekur nógv betri línuna. Av tí, at skipanin við stongdum leiðum er gjørd, so at tað mesta av toskinum og hýsuni verður veitt við húki, so er veiðutrýstið á tosk og hýsu tengt at gróðrinum, og harvið skiftandi, hóast dagatalið er hitt sama. Gróðurin síðan 2002
hevur verið minni enn, og um, miðal, og veiðutrýstið á tosk hesi árini var sera høgt. Ábendingar eru um, at gróðurin í 2007 í mesta lagi verður miðal. Tískil kann ikki væntast, at veiðutrýstið "náttúrliga" minkar so nógv, at tað kann venda gongdini í stovninum av toski.
Ikki er neyðugt at skerja allar skipabólkar líka nógv. Bólkarnir 3, 4 og 5 fiska tað mesta av toskinum, og tí mugu teir skerjast mest. Bólkur 2 fiskar bert tosk og hýsu sum hjáveiðu, og av tí at upsastovnurin er væl fyri, nýtist eingin skerjing í dagatali at vera; mett verður ikki, at ein møgulig skerjing her vil ávirka hjáveiðuna av toski í nakran serligan mun. Aðrir skipabólkar eru ikki inni í dagaskipanini, men eingin av teimum eigur at hava eina serliga toska- og hýsukvotu.
Viðmerkingar
Afturlítandi á árini, stovnsmetingar hava verið undir Føroyum (síðan 1961), hevur miðalveiðan av toski á Landgrunninum, toski á Føroyabanka og hýsu og upsa undir Føroyum verið ávikavist 24 tús., 2 tús., 17 tús. og 36 tús tons. Tað er einki, ið bendir á, at tað kunnu fiskast fleiri tons við fleiri troldøgum, fleiri snelludøgum ella fleiri línudøgum ella við meiri línu (fleiri húkum). Heldur er tað so, at í hvussu so er sama tonsatal kann verða veitt við væl minni roynd.
Tað at minka veiðutrýstið er ikki tað sama, sum at veiðan fer at minka. Um veiðutrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðuna ta fyrstu tíðina (2-3 ár). Eftir tað kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru betri egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við einum ov stórum veiðutrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni ár undan ári verða minni.
Tilgongd av ungum fiski er ymisk ár um annað. Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður, tey árini tilgongdin er góð. Men samstundis verður lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er so góð, og heldur ikki verða vakstrarevnini hjá fiskinum nýtt til fulnar. Úrslitið verður samanum tikið, at minni kemur uppá land, og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig.
Tilfar
Hetta tilmælið er grundað á:
1) Report of the North-Western Working Group 2007 (Draft). ICES 2007: Grundarlagið fyri ráðgevingini hjá bæði ICES og Fiskirannsóknarstovuni, m.a. ein lýsing av umhvørvi og fiskiskapi, hagtøl fyri veiðu og roynd, tilfar frá vísindaligum kanningum og stovnsmetingin av einstøku stovnunum (á enskum) (sí www.ices.dk). Hjálagt sum skjal 1.
2) The Faroe Plateau Ecosystem. ICES 2007: Ráðgevingin hjá ICES, har eisini ein samandráttur av støðuni í stovnunum og ein lýsing av umhvørvi, fiskiskapi og regulering av fiskiskapi undir Føroyum er (á enskum) (sí www.ices.dk). Hjálagt sum skjal 2.
3) Reinert, J. 2007. Fundur í ráðgevandi nevndini (ACFM) hjá Altjóða Havrannsóknar-ráðnum (ICES) í mai/juni 2007. Brot úr FRS smáriti 07/01. Power point framløga á Fiskirannsóknarstovuni 5/6 2007 um ráðgevingina hjá ICES viðvíkjandi føroysku stovnunum. Hjálagt sum skjal 3.
Fiskirannsóknarstovan, 12-06-07
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri