Høgni Hoydal, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum fekk í dag handað skjalið “Tilbúgvingin í Føroyum”. Skjalið lýsir hvussu tilbúgvingin er uppbygd og lýsir karmarnar um tilbúgvingina í Føroyum á sjónum, í luftini og á landi. Talan er sostatt um eina greiða lýsing av týdningarmestu pørtunum í tilbúgvingini, sum skal brúkast í arbeiðinum støðugt at menna tilbúgvingina.
Tað er ein arbeiðsbólkur, sum í 2013 varð settur av Tilbúgvingarráðnum, sum í dag loksins kundi handað landsstýrismanninum skjalið. Umframt at lýsa tilbúgvingina, soleiðis hon sær út í dag, eru einstøk tilmæli í skjalinum.
Teir í mannaðu arbeiðsbólkin vóru:
- Emil Simonsen, VØRN (formaður frá 2013-2016)
- Andras Marr Poulsen, Fiskimálaráðið (formaður)
- Jón Klein Olsen, løgreglan
- Johan Müller, MRCC Tórshavn
- Jóannes Heimustovu, VØRN
- Suni Petersen, Umhvørvisstovan
- Símun J. Hansen, Heilsu- og Innlendismálaráðið
- Finn Hansen, Kommunufelagið
- Hannus Petersen, VØRN (skrivari)
Landsstýrismaðurin takkaði arbeiðsbólkinum fyri tað arbeiði luttakararnir høvdu lagt í skjalið og greiddi frá, at hann vildi brúka skjalið, og tilmælini í tí, sum part av grundarlagnum fyri aðalorðaskifti tá tilbúgvingarlógin skal endurskoðast til várs.
Skjalið "Tilbúgvingin í Føroyum" kann lesast her.
(Mynd: Andras Marr Poulsen, Høgni Hoydal, Jón Klein Olsen, Johan Müller og Finn Hansen)