Føroyar yvirtóku Nýggjársdag málsøkið, tilbúgving, frá Danmark. Hetta merkir, at lóggávu- og umsitingarvaldið í tilbúgvingarmálum nú er hjá ávikavist løgtinginum og landsstýrinum. Undantikin eru tó tilbúgvingarmál, sum eru ábyrgdarøki hjá donsku løgregluni og hervaldinum. Formliga varð yvirtøkan framd við lógarbroyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, sum kom í gildi 1. januar 2007.
Yvirtøkan ber við sær, at landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum hevur heimild at samskipa tilrættalegging av allari tilbúgving í samfelagnum og at fremja ta tilrættalegging, sum ikki áliggur øðrum føroyskum ella donskum myndugleikum. Umsitingarligu heimildirnar hjá landsstýris-manninnum eru staðfestar í einum ískoyti til lógina um eldsbruna, sum eisini fekk gildi 1. januar. Samstundis varð kongaliga fyriskipanin um "sivilverju" frá 1. apríl 1949 avtikin.
Ein avleiðing av nýggju reglunum er, at økisábyrgdin nú er staðfest í føroyskari lóggávu. Økisábyrgdin hevur við sær, at hvør landsstýrismaður, kommuna og fyritøka skal, innan egið ábyrgdarøki, hava eina dygga tilbúgving, umframt tryggja, at virkisføri í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar orsakað av kreppum og vanlukkum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fegnast um breiðu undirtøkuna, sum lógaruppskotið fekk í løgtinginum.
Landsstýrismaðurin hevur lagt heimildirnar sambært brunalógini til Tilbúgvingarstovn Føroya at umsita. Tilbúgvingarstovnurin er ein samanlegging av Brunaumsjón Landsins, MRCC, Tórshavn Radio og Tilbúgvingarsamskipanini. Tilbúgvingarstovnurin húsast á Tinghúsvegi 64 í Havn.
Í samband við yvirtøkuna eru verjumálaráðharrin og landsstýrismaðurin samdir um, at samstarv skal skipast millum danska Beredskabsstyrelsen og Tilbúgvingarstovnin. Væntandi verður samstarvsavtalan undirskrivað longu til várs.
----
Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar til hetta tíðindaskriv fáast hjá Anni á Hædd stjóra á Tilbúgvingarstovni Føroya á tlf. 356610.