Í kjalarvørrinum av makrelstríðnum seinastu vikurnar seta føroyingar uppsjóvarspurningin á dagsskrá á eini altjóða ráðstevnu í Tórshavn.
Á ráðstevnuni verður farið afturum teir mongu spurningarnar um uppsjóvarstovnarnar sum makrel, sild og svartkjaft. Hvussu ferðast stovnarnir, hvussu er ferðamynstrið broytt og hvussu kemur tað at broytast? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum skulu lýsast á ráðstevnuni.
Millum fyrilestrarhaldararnar eru umboð fyri vinnuna og serfrøðina í øllum londunum sum hava rættindi til uppsjóvarfisk í Norðurhøvum:
Úr Føroyum: Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún
Úr Danmark Christian Olsen, stjóri í Danmarks Pelagiske P.O.
Úr Íslandi Sigurjón Arason, Matis
Úr Noregi Audun Maråk, stjóri í Fiskebåtredernes Landsforbund
Úr ES/Írlandi Sean O’Donoghue, stjóri í fiskimannafelagnum í Killybeg
Úr Russlandi: Alexander Krysov, stjóri fyri pelagisku deildini hjá PINRO
Norðurlondini Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland, sum saman við ES og Russlandi umsita pelagisku stovnarnar, hava ymsar áskoðanir um, hvussu hetta tilfeingið skal býtast millum londini, og eitt nú eru londini í løtuni ikki samd um, hvussu makrelurin skal býtast.
7.-9. september verður sjóneykan sett á hesar stovnarnar og til at lýsa hesi mál koma serfrøðingar úr øllum uppsjóvarlondunum í norðara parti av Atlantshavinum.
- Vit vóna, at hendan ráðstevnan kann gera sítt til at hjálpa okkum at skilja tær broytingar, sum henda í ferðarmynstrinum hjá pelagisku stovnunum, hvussu umsitingin av teimum skilabest kann fara fram, og hvussu vit kunnu troyta hesar stovnar so lønandi og skynsamt sum gjørligt, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Tað pelagiska kompleksið/uppsjóvarspurningurin
Føroyar ynskja at fáa lýst støðuna hjá teimum stóru uppsjóvarstovnunum í norðara parti av Atlantshavinum. Í ”tí pelagiska kompleksinum” verður sjóneykan sett á teir fýra stóru stovnarnar í økinum: sild, svartkjaftur, makrelur og lodna. Ferðingarmynstrið hjá teimum stóru uppsjóvarstovnunum er broytt nógv seinnu árini, og ein av spurningunum, sum er settur, er hvat veðurlagsbroytingarnar hava at siga fyri broytingarnar hjá stovnunum.
Fleiri stovnar hava vaksið nógv, og eru farnir at ferðast yvir sera stór økir, um vit bara samanbera hetta við fyri fáum árum síðani. Hetta krevur nógv av teimum felagsskapunum, sum hava sum uppgávu at umsita og býta rættindini til tjóðirnar, sum hava rættindi til at gagnnýta stovnarnar.
Føroyar vóna, at hendan ráðstevnan kann leggja lunnar undir eina betri vitan og betri kunnleika um, hvørjar avbjóðingar hetta økið hevur, bæði tá vit tosa um umsiting av tilfeinginum, tað fíggjarliga og tað tøkniliga.
Føroyar hava formansskapin fyri fiskivinnu í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010, og eitt av høvðustiltøkunum í tí sambandi er henda altjóða ráðstevnan.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann ynskir at føroyingar kjakast meir um hvussu vit skulu gagnnýta tað havið gevur, og í hesum sambandinum er uppsjóvar spurningurin av stórum týdningi. Tí vónar landsstýrismaðurin at vinnan, politikarar, fjølmiðlar og almenningurin yvirhøvur ynskja at luttaka í hesum orðaskiftinum.
Ráðstevnan ”Tað pelagiska kompleksið” verður í Norðurlandahúsinum í Havn 7.-9. september 2010.
Tey sum ynskja at luttaka á ráðstevnuni kunnu skráseta seg beinleiðis inni á www.pelagiccomplex.com
Fiskimálaráðið 25. august 2010
Meir um ráðstevnuna á www.pelagiccomplex.com og www.norden2010.fo
Hjalti í Jákupsstovu, formaður í fyrireikingarbólkinum fyri “Tað pelagiska kompleksið”
Ulla Svarrer Wang, samskipari av Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum og
Jákup Mørkøre, samskipari, Fiskimálaráðið