08.06.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Tann 16. fundurin millum fiskimálaráðharrar úr londunum í Norðuratlantshavi er í Føroyum í hesum døgum
Dagarnar 8. og 9. juni er Johan Dahl, landsstýrismaður, vertur fyri árliga fundinum millum fiskimálaráðharrar, ella umboð teirra, úr Kanada, Íslandi, Grønlandi, Noreg, Russlandi og ES.
Umrøðuevnini á fundinum hesaferð taka støði í málum viðvíkjandi millumlanda samstarvi og burðardyggari fiskiveiðiumsiting í Norðuratlantshavi.
Í tí sambandi verða altjóða og millumlanda tiltøk, ið felagsskapirnir NEAFC og NAFO hava sett í verk seinastu árini at friða ávísar leiðir fyri at verja havumhvørvið fyri ávirkan av botnfiskiskapi viðgjørd. Mett verður um tiltøkini eisini við atliti at teimum samtyktum, ið ST-ársfundurin hevur gjørt um slík viðurskifti.
Fundurin fer eisini at umrøða burðardyggan fiskiskap í breiðum høpi – bæði hjá hvørjum landi sær og eisini í millumlanda høpi. Hvørji eru málini, og hvussu tey kunnu verða rokkin.
Fundurin byrjar í Norðurlandahúsinum eftir middag í dag 8. juni og heldur fram á Hotel Hafnia í morgin.
Í annaðkvøld kl. 18.00 verður tíðindafundur á Parnassinum á Hotel Hafnia.