Ein hin orðfimasti føroyingurin nakrantíð, Sigurð Joensen, lýsir ein kendan figur í framúr góðu yrkingini Miðamaðurin. Í øllum lívsins viðurskiftum hittir tú hetta slagið, í alskins litbrigdum. Hyggin og meira gáloysin. Íhaldin og meira djarvur. Lætur og meira áhaldin.
Tað eru mið so innarlaga
Og ofta rógvin, at allir finna.
Og til eru tey so uttarlaga,
Ið verða ikki løgd á hvørjum ári.
Fyri sløkum sjey árum síðani sat ein eitt lítið sindur desillusioneraður mentamálaráðharri og bíðaði eftir sínum exitti. Hann hevði skúrað seg fastan í pedagogiska kervinum. Tað var vorðið eitt slag av tjóðarbranding at vilja sleppa av við hendan klossuta ministaran, sum ikki begekk seg í lágmælta umhvørvinum innanvert bøgarðarnar í Havn. Hevði ikki hoyrt um metroseksualitet tá, men ivaleyst hevur tað verið ein tørvsvøra, og nú gjørdist tað ov seint í so máta. Einsemið sýgur seg altíð niður yvir ein tapara. Soleiðis var tað eisini í hesum førinum, eftir at eg hevði tikið avleiðingina og begingið mítt politiska harakiri. Annan ella dagin fyri vaktarskiftið brestur hurðin upp hjá ráðharranum. Í gapinum stendur paralellurin ella føroyska útgávan av John Cleese. Anfinnur í Skála. Boðini vóru greið: ”Tú fer ongan veg, nú verður tú sitandi sum landsstýrismaður í mentamálum !”
Tá fekk eg ein grumman mistanka um, at orðabókagreipan, Mikkelsen í Skála, var ein vavstur av naivari fatalismu, á hvørs herðar vit í mentamálaráðnum høvdu lagt okkara stóru visiónir um føroyskt orðabókasmíð. Visiónin var greið frá heystinum 2000. Føroyingar skuldu skjótast gjørligt røkka inn og út úr aftur heimsins stóru málum. Raðfest var hareftir á løgtingsins fíggjarlóg. Og tað skal sigast til rós teirra, ið tá mannaðu tingið, at teir eirdu okkum og góvu føroyskum mentanarvirki stuðul av heilum hjarta.
Tað alrabesta við hesi visiónini er, at ongin síðani hevur havt dirvið at nartla burturav fænum, ið skal til, um hon skal røkkast og gerast skjala- og naglaføst.
Í altjóðagerðini nærkast heimsins mentanir. Heimsins mál. Ávirkanin allar vegir gerst tað størri. Tí er tað frumraðfestingin hjá politiskum myndugleikum at menna og lynna alt tað sum til ber, táið ræður um egnan samleika og mentan. Bulurin er málið. Táið 70.000 menniskju einsamøll tosa egið mál, samstundis sum fleiri mál í heiminum glatast á hvørjum ári, er tað sjálvsagt, at her skal magn, vilji, vøddar og kærleiki til, skulu vit halda stand og mennast.
Tað eru bara 225 ár síðani, at vísindamaðaurin Svabo at kalla gav upp viðvíkjandi tí ”fordervaða” føroyska málinum. Tjóðskaparrørslan og optimistiskir idealistar bjargaðu okkum hesum viðvíkjandi, sum á so mongum øðrum økjum. Einaferð skuldi einhvør siga Jakobsen Doktara, at føroyskt mál ongantíð kundi gerast mál brúkt í vísindum. Ilskliga skuldi hann svara: ”Hví skuldi eitt mál, sum hevur 10 ella 20 orð fyri gørtur, ikki kunna brúkst í vísindum?” Tað ræður bara um at menna, kveikja og granska.
Navnin hjá rektara kennaraskúlans sigur í sínum preludium, í evangeliunnar præambli: ”Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.” Hetta kemur til mín hvørja ferð andslívið í hesi lítlu tjóð megnar at loysa úr lagdi nýskapan á mentanarøkinum. Tað kennist sum ein opinbáring hvørja ferð. Oftani eru hetta fólk, sum trívast best har, ið tey ikki grynna, tey konsekvensberokna ikki morgindagin. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at tey ikki fyrireika seg. Við opnari pannu stríðast tey ein áhaldandi bardaga ímóti konservativa bretska hugtakinum: ”Panic of error is the death of progress.”
Jonhard Mikkelsen og Anfinnur í Skála eru tveir teirra. Í sjey ár hava teir virka sum guerillastríðsmenn í orðabóka frumskógini. Gingið allar hennara loynistíggjar. Hava, sum ein kendur guerillero skrivaði til móður sína í eini svárari stund, oftani kent rivjabeinini á hini avmaktaðu Rosinante skúrað húðina av lørunum, táið máttloysi og døpru útlitini fyltu huga og heim. Men sum hjá flestu hugaðum monnum, so bragdar aftur og ljósspælið varpar upp aftur visiónirnar, sum miðað var eftir frá byrjan.
Hesir báðir høvdu gjørt sítt heimaarbeiði. Durkdrivnir frá líknandi virksemi saman við hinum legendariska Zachariasi Wang. Og teir kunnu svara tíðindafólkunum eins og Roald Amundsen svaraði, táið hann var spurdur, hví hann fyrstur rakk Suðurpólinum:
Victory goes to the man
who has made all
arrangements in advance
People call it luck !
Deafeat awaits the man who
has not taken the
nescessary measures in time
Thats is called bad luck !
Høvundarnir vitstu, hvat teir gjørdu, og hvat teir vildu. Teir vildu gagna síni tjóð. Teir vildu geva sínum fólki ventilarnar út í sjálvt heimsmálið. Og nú visiónin frá 2000 liggur skjala- og naglaføst frammanfyri okkum, skal eg heilsa og siga, at um so bara hetta stendur eftir frá mínum politiska virksemi í mentamálaráðnum krákumánaðirnar í 2000 og 2001, so er tað ein hjartans fegin detroniseraður ministari sum skoðar fruktirnar av avgerðunum og ótemjandi virkishugi alliansunnar Mikkelsen í Skála. Teir vaðaðu út hagar, ið teir fægstu finna góðu miðini, sum Sigurð seinri umrøður í yrkingini:
Men tað, sum aldrin uppundan fjarar,
er betra helvtin av Føroyalandi.
Og land at nema, ið havið fjaldi,
Var lív og vísindi miðamansins.
Fyri nøkrum árum síðani segði rektari Háskúla Føroya, Jóan Pauli Joensen, at føroyingar bara høvdu latið eittans produkt til heimscivilisatiónina: Knettið. Í dag fluttu vit okkum eitt stig víðari. Tveir sprellivandi menn hava flutt okkum út í enskt mælta heimin og enskt mælta heimin inn til okkara, á jøvnum føti. Nærum eitt siðaskifti, nú vit lótu heimssiðmenningini part í teimum báðum Jonhardi Mikkelsen og Anfinni í Skála. Væl gingið tit báðir. Væl stuðlaðir av tolseminum kring tykkum. Persónifiserað í Majbritt og Súsonnu, sum tíanverri ikki upplivdi hetta meistaraverkið hjá manni hennara.
Takk fyri.