T-NASS – Hvalateljingar nú eisini í gongd kring Føroyar
Sjøtul er nú settur á stóru altjóða hvalateljingina T-NASS tvørturum Norðuratlantshavið.
Bæði skip og flogfør eru nú í ferð við at eygleiða hvalir frá eysturstrondini á Kanada og heilt til Barentshavið allan juli mánað.
Føroyar luttaka við einum skipi. Náttúrugripasavnið hevur leigað M/V Thor Chaser í knappar fýra vikur. Skipið er í hesum sambandi útgjørt við serligum palli til eygleiðarar. Við eru fimm føroyskir og tríggjar útlendskir eygleiðarar. Føroyska skipið siglir í føroyskum, íslendskum, bretskum og altjóða sjógvi. Samlaði teinurin hjá føroyska partinum av T-NASS er umleið 2700 fjórðingar.
M/V Thor Chaser
Undir skipateljingunum sita eygleiðararnir í tveimum liðum og telja. Tað ovara liðið hyggur við kikarum longur framman fyri skipið, meðan niðara liðið eygleiðir út á 500 m frá skipinum.
Undir sigling verður ein hydrofon (200 m kaðal) eisini sleipað eftir skipinum, ið upptekur ljóð frá hvali. Hetta er fyrstu ferð, at slík útgerð verður brúkt undir altjóða hvalateljing í Norðurhøvum. Umframt at hydrofonin eyðmerkir ávís sløg av tannhvali, skal hon eisini brúkast til at kanna títtleikan og meta um mongdina av nísu, avgusti og nevhvali (t.d døglingi).
Tað er vísindanevndin hjá NAMMCO, (Norðuratlantiska nevndin fyri samstarv um havsúgdýr), ið samskipar hvalateljingina, ið verður kallað T-NASS (Trans North Atlantic Sightings Survey). Føroyar saman við hinum NAMMCO limalondunum, Grønlandi, Íslandi og Noreg luttaka í T-NASS. Harumframt eru Kanada og Russland eisini við í kanningarætlanini. Aðrar teljingar verða eisini samstundis í amerikanskum og evropeiskum sjógvi.
Slíkar teljingar hava verið gjørdar við regluligum millumbilum síðan 1987, seinast í 2001. T-NASS 2007 verður tó tann mest umfatandi, tí hetta er fyrsta ferð, at Kanada og Russland eisini luttaka. Úrslitini av teljingunum kunnu m.a. geva grundarlag fyri at dagføra stovnsmetingina av grindahvali á okkara leiðum.
Meira fæst eisini at vita um T-NASS (á enskum) á heimasíðuni hjá NAMMCO - www.nammco.no.
Kort 1
Kort 2– Økið ið T-NASS fevnir um, býtt eftir avvarðandi londum, umframt kanningar á øðrum økjum, ið verða samstundis og knýttar at T-NASS. Frá NAMMCO: The planned survey area for the T-NASS, showing the main survey area (grey), survey extensions (diagonal hatched) and associated surveys (cross hatched). C – Canada; G – Greenland; I – Iceland; F – Faroes; N – Norway (swamp area – an unknown portion of this area will be surveyed this year); i. – ICES Redfish survey extension; ii. – MAR-ECO survey extension; iii. – Norwegian/Russian Ecosystem Survey extension.
Samlaða økið, ið føroyski parturin av T-NASS fevnir um er umleið 2700 fjórðingar. . fór avstað sunnudagin 1. juli. Sambært Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum, ið samskipar føroysku luttøku í T-NASS 2007 og sum er túrleiðarin umborð, vóru fyrstu dagarnir darvaðir av nógvum mjørka, men í gjár var slætt og klárt, og eygleiðararnir hava longu sæð bæði grind, nebbafisk og døgling.