15.05.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Syntesufrágreiðing um bláan tilfeingisbúskap í Norðuratlantshavi og í Arktis
Frágreiðingin er liður í fyrireikingini av ráðstevnuni “Growth in Blue bioeconomy”, sum verður í Norðurlandahúsinum 2. – 3. juni. Talan er um altjóða ráðstevnu, sum skipað verður fyri í samstarvi við norðurlendsku Havsmiðjuna, FAO og OECD.
Frágreiðingin lýsir dagsins støðu í bláa tilfeingisbúskapinum í Norðuratlantshavi og Arktis við serligum denti á formligu karmarnar, sum lívfeingisvinnurnar hava.
Frágreiðingin er eisini grundarlagið undir viðgerðini av avbjóðingunum fyri vøkstri í lívfeingisbúskapinum, sum fer fram á ráðstevnuni. Skráin fyri ráðstevnuna sæst her
Tað er Norðurlendska Havsmiðjan, sum hevur gjørt syntesufrágreiðingina. Frágreiðingin fæst her