22.10.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Svartkjaftur, norðhavssild og makrelur til viðgerðar millum strandarlondini
Árligu samráðingarnar millum strandarlondini um umsiting av felags uppsjóvarfiskastovnunum, svartkjafti, norðhavssild, makreli, verða komandi dagarnar í London og Oslo.
Umsiting av svartkjaftastovninum verður til viðgerðar í London 22. og 23. oktober millum strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, og Noreg. Hóast Russland ikki er formligt strandarland, er Russland kortini boðið at vera við á fundinum.
Norðhavssildin verður eisini til viðgerðar í London 25. og 26. oktober millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland. Síðan verða samráðingar um makrel í Oslo 29. og 30. oktober í Oslo millum Føroyar, ES og Noreg.
Við í samráðingarnevndini fyri Føroyar verða umboð fyri Fiskimálaráðnum, Fiskirannsóknarstovuni og Reiðarafelagnum. Meira fæst at vita við at venda sær til samráðingarleiðaran, Kate Sanderson á fartlf. 55 32 47.