20.04.2015 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Svartkjaftasamráðingarnar uppafturtiknar í Clonakilty í morgin árini
Føroyar hava sum formansland boðað strandarlondunum til samráðingar um at býta svartkjaftastovnin av nýggjum í einum fjórða samráðingarumfari síðan gamla svartkjaftasemjan varð uppsøgd seinasta heyst. Á fundinum í morgin fer føroyski formansskapurin at boða strandarlondunum frá, at hetta verður síðsta royndin at royna semju fyri 2015.
Á samráðingunum luttaka Føroyar, ES, Ísland og Noreg sum strandarlond og Russland sum eygleiðaraland. Samráðingarnar fara fram í írska fiskimálaráðnum í Clonakilty í Suðurírlandi í døgunum 21 – 23 apríl.
Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, eisini sendistovan í London og Felagið Nótaskip.