24.10.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Svartkjaftakvotan lækkar munandi komandi

Strandarlondini eru samd um, at svartkjaftakvotan komandi ár verður 1,25 mill. tons. Talan er um ein niðurskurð upp á góð 32 % sammett við kvotuna í ár.
Samráðingar um fiskiskapin eftir svartkjafti í 2008 hava verið í London 22. og 23. oktober 2007. Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg eru komin ásamt um, at samlaða veiðan eftir svartkjafti í 2008 ikki skal fara upp um 1,25 mió. tons, íroknað NEAFC kvoturnar hjá Russlandi og Grønlandi í altjóða sjógvi..
 
Samanborið við kvotuna í ár lækkar strandarlandakvotan við góðum 32 prosentum. Hetta svarar til eini 550.000 tons.
 
Lutfalsliga býtið millum strandarlondini, sum varð avtalað í desember 2005, stendur við eisini fyri 2008. Samsvarandi hesum býtinum verður føroyska svartkjaftakvotan 300.572 tons í 2008.
 
Fiskifrøðingar hava seinastu árini mett, at svartkjaftastovnurin er í minking, og at neyðugt er við munandi skerjingum, so fiskiskapurin verður burðardyggur. Minkingin í stovninum hevur eisini verið at sæð aftur í fiskiskapinum í ár.
 
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður ásannar, at talan er um ein stóran niðurskurð, sum fer at merkjast hjá vinnuni. Men hann heldur samstundis, at tað er rætt at taka eitt so stórt stig nú.
 
- Vit eru eitt av størstu svartkjaftalondunum við einum stórum luti í heildarkvotuni, og svartkjafturin hevur stóran búskaparligan týdning fyri okkum – bæði fyri okkara uppsjóvarflota og sum býti fyri annan fisk, fyrst og fremst tosk í Barentshavinum. Tí eiga vit at vísa ábyrgd og gera okkara til, at stovnurin er væl fyri, og at fiskiskapurin er forsvarligur, sigur hann.
 
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at vit eisini eiga at hava í huga, at tá heildarkvotan varð ásett fyri 2006, var greitt, at kvotan var ov stór. Ein partur av avtaluni var tí at minka heildarkvotuna yvir eitt áramál, so fiskiskapurin kom á eitt meira burðardygt støði.
 

Semjan um svartkjaftakvotuna í 2008 byggir á eina langtíðaravtalu millum strandarlondini frá desember 2005 um umsiting av svartkjaftastovninum, sum m.a. ásetir eitt fast býti millum londini.

Avtalan á enskum kann lesast  her