22.10.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Svartkjaftakvotan kortini ikki so nógv skerd komandi ár

Strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hava í dag undirskrivað avtalu um umsiting av svartkjaftafiskiskapinum í 2010. Avtalan ber í sær, at strandarlondini avmarka sín fiskiskap av svartkjafti í 2010 til 497.022 tons. Hetta er ein niðurskurður upp á 8,5% prosent samanborið við í ár.
 
Eftir avtaluni, sum strandarlondini komu ásamt um í desember 2005, er føroyski parturin 26,125% av heildarkvotuni. Føroyska svartkjaftakvotan í 2010 verður tí 129.847 tons.
 
Umframt strandarlandakvotuna verður ein kvota ætlandi samtykt í NEAFC til lond, sum ikki eru strandarlond. Her er serliga talan um Russland. Hetta verður formliga avgreitt á NEAFC ársfundinum í november.
 
Við NEAFC kvotuni verður loyvdi fiskiskapurin eftir svartkjafti komandi ár ætlandi 548.000 tons.
 
Semjan um svartkjaftakvotuna fyri 2010 byggir á eina langtíðaravtalu millum strandarlondini frá desember 2005 um umsiting av svartkjaftastovninum, sum m.a. ásetir eitt fast býti millum londini.
 
Heildarkvotan er sett samsvarandi vísindaligu ráðgevingini frá ICES. ICES hevur ráðgivið strandarlondunum samsvarandi umsitingarætlanini, ið strandarlondini samtyktu í 2008. Sambært ráðgevingini og avgerðini hjá strandarlondunum verður fiskiskapurin eftir svartkjafti í 2010 á burðardyggum grundarlagi.
 
Strandarlandasamráðingarnar í 2009 vóru truplar, tí ICES tá metti, at stovnurin at vera sera illa fyri, og at fiskiskapurin als ikki var á burðardyggum grundarlagi. Londini samdust tá um at taka stig at avmarka fiskiskapin, so hann eftir tveimum árum kom niður á eitt burðardygt grundarlag. Við nýggju stovnsmetingini hjá ICES er staðfest, at støðan kortini ikki er so døpur, sum upprunaliga mett. Tann stóra avmarkingin, ið varð framd fyri 2009 ger, at veiðitrýstið er komið niður á eitt burðardygt støði, og at avmarkingin fyri 2010 tí ikki verður so ógvuslig, sum væntað fyri einum ári síðani.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður fegnast um, at tey døpru útlitini, sum vórðu løgd fram í fjør, kortini ikki gjørdust til veruleika. “Tað er gleðiligt, at fiskiskapurin longu eftir einum ári er komin á eitt burðardygt støði, og at stovnurin kortini ikki er so illa fyri, sum áður mett. Væntað varð, at vit aftur í ár skuldu skerja svartkjaftakvotuna munandi. Við avgerðini, sum strandarlondini hava tikið um fiskiskapin fyri 2010, verður minni trupult enn væntað at samráðast við onnur lond um fiskiskap, har svartkjaftur er ein týðandi partur av avtaluni” sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
 
Svartkjaftaavtalan kann lesast her.