20.10.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Svartkjaftakvotan fyri 2011 ásett

Strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og ES eru undir samráðingum í London í vikuni vorðin samd um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2011 teirra millum til 36.908 tons. Avgerðin er grundað á semjuna um langtíðar umsiting av svartkjaftastovninum frá 2008. Talan er um eina stóra lækking í heildarkvotuni samanborið við undanfarin ár.
Altjóða Havrannsóknarstovnurin hevur í síni stovnsmeting og sínum tilmæli víst á, at svartkjaftastovnurin hevur verið fyri stórari afturgongd seinastu árini. Tilgongdin til stovnin hevur svikið fleiri ár á rað. Hesi viðurskifti hava gjørt, at tilmælið frá stovninum er at halda munandi aftur í fiskiskapinum.
Semjan um langtíðar umsitingina av svartkjaftastovninum ásetir, at tá gýtingarstovnurin er undir 1,5 mió. tons, skal veiðitrýstið ikki vera størri enn 4,4% av vaksna stovninum. Svart­kjaftastovnurin er við árslok 2010 mettur at vera um 800.000 tons. Samsvarandi hesum viður­skiftum eru strandarlondini komin ásamt um heildarkvotuna fyri 2011.
Kvotan fyri 2011 skal samanberast við heildarkvotuna fyri 2010, sum var 497.022 tons. Føroyska kvotan í 2011 verður 9.642 tons. Í ár var kvotan 129.847 tons.