Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at svartkjaftakvotan fyri 2009 verður býtt millum skipini sum egin kvota.
Hann sigur, at hetta verður gjørt, so svartkjaftakvotan kann verða gagnnýtt á mest skynsaman hátt.
Svartkjaftakvotan hevur higartil verið latin sum felagskvota. Hetta hevur lagt upp til sonevndan olympiskan fiskiskap, har tað hevur rátt um at fiska sum mest skjótast gjørligt. Skipini hava tí ikki havt møguleikar at leggja fiskiskapin skynsamiliga til rættis. Um okkurt skip ynskti at bíða at fiska svartkjaft til seinni á árinum, hevur ongin vissa verið fyri, at nakað var eftir av kvotuni. Hesar umstøður hava elvt til óneyðuga oljunýtslu og rakstrarútreiðslur, eins og at CO2 útlátið hevur verið óneyðuga stórt.
Landsstýrismaðurin vísir á, at nú svartkjaftakvotan er minkað so nógv, hava hesi viðurskifti gjørt enn meira um seg. Tøka kvotan hjá føroysku skipunum í 2009 er 67.300 tons ímóti 182.000 tonsum í 2008. Henda markanta broyting hevði lagt eitt enn størri trýst á skipini at fiska sum mest, skjótast gjørligt – og hevði ikki gagnað vinnuni undir einum.
Tí fór Fiskimálaráðið undir at finna eina skipan fyri, hvussu svartkjaftakvotan kundi verða býtt millum skipini. Áðrenn ein endalig loysn var funnin, varð ein fyribilsskipan sett í verk frá ársskiftinum, har hvørt skipi kundi fiska upp til 3.000 tons, tó so, at fiskiskapurin skuldi steðga, tá tilsamans 20.000 tons vórðu fiskað.
Fiskimálaráðið arbeiddi síðani víðari at koma til eina endaliga loysn á býtinum, har atlit serliga hava verið tikin, at tað eru skip úr ymiskum skipabólkum, sum hava fingið loyvi at fiska svartkjaft – nótaskip, frysti/verksmiðjuskip og ídnaðarskip. Men at tað samstundis er ymiskt, hvussu hesi skip hava gagnnýtt fiskimøguleikarnar í fiskiloyvinum.
Í endaliga býtinum er dentur tí lagdur á, at øll skip við fiskirættindum til svartkjaft eiga at fáa lut í svartkjaftakvotuni. Men tað, sum kortini vigar tyngst í býtinum er, hvussu nógv hesi skip hava fiskað i tíðarskeiðinum 1998-2008.
Samsvarandi hesum legði landsstýrismaðurin fyrst í mars eitt uppskot fyri vinnuna, har býtið er grundað á, at 25 prosent av tøku kvotuni verða lutað javnt millum loyvini. Har talan er um, at loyvi eru løgd saman, fær skipið, sum loyvið er lagt á, tilsvarandi fleiri partar.
Hini 75 prosentini verða lutað eftir fiskiskapinum hjá skipunum – eisini her verður fiskiskapur hjá skipum, sum hava lagt saman, roknaður undir einum, og skipið, ið hevur loyvið, fær tilsvarandi meir í sín part. Har talan er um, at felag hevur selt sítt skip og hevur tilsøgn um annað skip, verður hesin kvotuparturin hildin aftur, til ætlanin um annað skip er realiserað samsvarandi ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Reiðaríini høvdu hetta uppskotið til viðmerkingar í eina viku. Eftir at Fiskimálaráðið hevði viðgjørt viðmerkingarnar frá hvørjum reiðaríi sær, og tikið støðu til tær, er endalig avgerð tikin um, hvussu svartkjaftakvotan verður býtt millum skipini sum eginkvota. Sí skjal.
Í viðgerðini, eftir at uppskotið varð lagt fram 2. mars, er ynski komið fram frá onkrum av skipunum, sum ikki fáa so stóra kvotu, at skipið fær møguleika at lata frá sær svartkjaftakvotuna ímóti at fáa aðrar veiðimøguleikar. Fiskimálaráðið hevur tikið hetta ynskið til eftirtektar, men málið er ikki endaliga avgreitt. Onnur skip í somu støðu hava fingið sama møguleika.
Grundað á hesi viðurskifti verða fiskiloyvini hjá m/s Atlantsfarið og m/s Saksaberg ikki útskrivað í hesum umfari.